Ítróttur

MB: Vit eru errin av at hava uppalt Sonna Ragnar

...

2013-11-09 21:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava sett Miðvágs Bóltfelag nakrar spurningar um Sonna Ragnar Nattestad, sum aftur í gjár spældi við toppliðnum í bestu donsku deildini FC Midjylland.

Hvussu leingi spældi Sonni Ragnar hjá tykkum?

Sonni Ragnar var hjá okkum frá  tá hann var 6 til hann var 16 ár, so samanlagt 10 ár spældi hann fyri MB.

Legði man væl merkil til at hann var betri enn hinir tá?

Hann vísti góð evnir ja, og hann var uppdagaður av Jóhann Nielsen, tá ið hann spældi steypafinalu hjá dreingjum, við Margáir umboðandi MB/07Vestur. Dreingir

Hvussu ber tað til at eitt felag í 2.deild - kann venja ein so góðan spælara upp?

Vit í Miðvágs Bóltfelag seta ungdómin og børnini í hásæti, tað halda vit er vegurin framá, og tað vanta vit er nokk, til at tey trívast hjá okkum.

Vænta tit at kunnu fáa eitt so gott talent aftur at venja?

Ja vit fara so avgjørt, at fáa okkurt líka gott talent aftur.

Eru tit errin av at hava vant eitt tað besta talenti í føroyskum fótbólti seinastu árini?

Sjálvandi eru vit í MB errin av at hava uppalt eitt tað størsta talenti í Miðvági og Føroyum upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder