MB ið flutti upp seinasta kappingarár, skal til Sands at spæla ímóti hinum uppflytarnum B71 fyrsta umfarð. Tey bæði liðini, spældu eisini seinasta dystin í 2. deild. So uppflytarnir byrja har teir sleptu.
07 Vestur tekur ímóti B36 í fyrsta umfarið. B36 endaði á einum fjórða plássið í 1. deild seinasta kappingarár, bert eitt pláss undir felagsliðnum í Vágum.
Tað verða tríggjar grannauppgerðir í Vágum komandi kappingarár. MB tekur ímóti 07 Vestur, flaggdagin 25. apríl, tað er í 7. umfarið. 07 Vestur tekur ímóti MB í 17. umfarið, tað er tann 27. juni, og 1. deild endar við einum grannauppgerði, tá MB tekur ímóti 07 Vestur tann 26. septembur, tað er seinasta og 27. umfarð.
Les eisini: EFFO: EB/Streymur tekur ímóti B36 fyrsta umfarð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald