MB var í dag og vitjaði næstbesta liðið hjá B36, tað vóru samstundis tvey tey niðastu liðini ið møttust, tí áðrenn dystin hevði MB einki stig, og B36 hevði bert tvey stig.
Tað var heimaliðið ið kom best frá byrjan, eftir 14. min. spæl legði Bárður J. Heinesen B36 á odda 1-0. Miðvingar góðu tó ikki skarvin yvir, og eftir 28. min. javnaði Esmar P. Fagraberg fyri MB til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Bert sjey minuttir inní seinna hálvleik legði Pætur Ellendersen MB á odda 1-2. Leingji sá út til, at MB fór avstað við sigrinum, men í 78. minutti kom Áki Olsen á vøllin fyri B36, tað skuldi vísa seg, at verða ein góð innskifting, tí bert tveir minuttir seinni javnaði hann til 2-2. Áki og restin av B36 liðnum trýstu MB fyri at fáa sigursmálið, og langt inní yvirtíðina, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk Áki sítt seinna mál í dystinum, og legði B36 á odda 3-2, sum eisini gjørdis úrslitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald