Ítróttur

MB: - Nú sær ljósari út

...

2015-03-07 17:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

JN.fo hevur sett seg í sambandi við formannin í Miðvágs Bóltfelag, og spurt hann um besta liðið hjá felagnum, nú teir aftur spæla í 1. deild, fyrsti dystur verður í dag. MB er í dag á vitjan hjá B71, dysturin byrjar klokkan 14:00.

Hvussu sær hópurin hjá tykkum út í ár?

- Hópurin hjá okkum er ikki av teimum sterkastu, tí vit hava mist nógv av fólkinum frá í fjør.

Royna tit at fáa onkran styrk afturat?

- Vit arbeiða enn við at loysa trupuleikan við málmans postinum, men enn eru vit ikki komnir á mál.

Hvat er málsetningurin hjá MB í ár?

- Málsetningurin er at royna at vera verandi í deildini. Men vit eru væl vitandi um, at vit eru millum tey veikastu í deildini, so tað er út frá tí vit arbeiða. Men John Norðbúð, venjarin, hevur fingið alt tað góða fram í teimum vit hava at arbeiða við, so vónin um at blíva verandi í deildini er ikki so langt vekk nú, sum hon var, tá ið massa fráflytingin byrjaði um ársskiftið, sigur Kristoffur Gaardlykke, formaður í MB.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder