2014-11-08 15:31
Miðvágs Bóltfelag hevur nú sett venjara, tað verður John Norðbúð Thomsen, sum skal standa á odda fyri 1. deildar liðnum hjá MB komandi kappingarár. John tekur yvir eftir Súna Fríða Barbá, sum hevur staði á odda fyri MB seinastu 3 kappingarárini, har MB hevur vunnið seg úr 3. deild, upp í 1. deild.
Á Faroesoccer.com stendur at John hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá AB seinastu 3 kappingarárini, nú skal hann so royna seg, sum venjari í MB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald