2015-09-19 04:50
MB ið liggur aftast í 1. deild, við fimm stigum eftir 25. umfør, hevur vunnið sær fleiri stig enn hitt vágaliðið 07 Vestur seinastu fimm umførini, tað kann tykjast sera løgi, tá hugsa verður um, at 07 Vestur var eitt av liðnum, sum man væntaði fór at flyta upp í EFFO-deildina í ár.
Tá 20. umfør vóru spæld, var 07 vestur á einum øðrum plássið við 41 stigum, sum tá var fýra stig fleiri enn hvat B68 og AB høvdu. MB hevði tá fingið tvey stig.
Nú fimm umfør seinni og 25. umfør eru spæld, hevur 07 Vestur 42 stig, t.v.s. at 07 Vestur hevur bert fingið eitt stig út av teimum seinastu 15 møguligu. MB hinvegin hevur nú fimm stig, sum eru trý stig fleiri enn eftir 20. umfar.
Í morgin verður 26. umfar spælt.
26 | 19-09-2015 kl. 15:00 | Skála | MB | - |
26 | 19-09-2015 kl. 16:00 | B68 | AB II | - |
26 | 19-09-2015 kl. 15:00 | B36 II | NSÍ II | - |
26 | 19-09-2015 kl. 16:30 | 07 Vestur | B71 | - |
26 | 19-09-2015 kl. 15:00 | Víkingur II | KÍ II | - |
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Skála | 25 | 20 | 4 | 1 | 81-15 | 64 |
2 | B68 | 25 | 15 | 5 | 5 | 52-24 | 50 |
3 | AB II | 25 | 13 | 6 | 6 | 48-37 | 45 |
4 | 07 Vestur | 25 | 12 | 6 | 7 | 53-32 | 42 |
5 | KÍ II | 25 | 11 | 1 | 13 | 59-47 | 34 |
6 | B71 | 25 | 9 | 6 | 10 | 44-46 | 33 |
7 | Víkingur II | 25 | 9 | 4 | 12 | 36-40 | 31 |
8 | NSÍ II | 25 | 8 | 4 | 13 | 50-49 | 28 |
9 | B36 II | 25 | 4 | 8 | 13 | 29-64 | 20 |
10 | MB | 25 | 1 | 2 | 22 | 14-112 | 5 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald