Ítróttur

MB heirðrar spælarar

...

2014-10-24 23:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Miðvágs Bóltfelag hevði seinasta leygardag ársveislu. Miðvágs Bóltfelag, sum hetta árið hevur spælt í 2. deild, hevur verið tað besta liðið í 2. deild og vunnu teir eisini deildini, teir hava  sostatt vunnið sær sætið at spæla í 1. deild komandi kappingarár. Felagið heiraði nakrar spælarar, teir heiraðu besta spælara, og toppskjúttan hjá bæði kvinnum og monnum, heiraðu besta spælara í 3. deild og valdu ársins stjørnuskot.

Toppskjútti hjá monnum var Otto Jacobsen, sum fekk 17 mál og hjá kvinnum var tað Margit Magnusdóttir, sum fekk 11 mál.

Besti spælari hjá monnum var Predrag Markovic og hjá kvinnum var tað Maren Johansen.

Besti spælarin í 3. deild var Jógvan Kári í Giljum.

Ársins stjørnuskot í Miðvágs Bóltfelag er Bettieyð Ellingsgaard.

Á kvøldinum, var eisini kunngjørt at ársins spælari hjá monnum Predrag, sum hevur vart málið sera væl hetta kappingarári heldur fram í felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder