JN

Matrikuldómur í Vestmanna

...

2015-11-29 02:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

US.fo skrivar um matrikil og útskifting í Vestmanna:

Í seinastu viku segði Føroya rættur ein sonevndan matrikuldóm um fjøruna í Vestmanna. Tað merkir, at nú er næstan komið á mál í tí drúgva málinum um nýmatrikuleringina av fjøruni av Grønanesi og inn til Fossá.

Í tíðarskeiðinum 1965 til 1997 vórðu allar Føroyar matrikuleraðar. Tí eru ognarviðurskiftini í Føroyum sum heild væl lýst í matriklinum. Í ávísum førum hevur tað tó víst seg, at samsvar ikki hevur verið millum viðurskiftini á staðnum og skrásetingina av ognarviðurskiftunum í matriklinum. Hetta er galdandi fyri fjøruna í Vestmanna.

Tá bygdin varð matrikulerað í 1978, var grundarlagið m.a. korttilfar, ið varð gjørt í sambandi við útskiftingina, ið varð framd fyrst í 30???unum. Við tíðini er brúkið av fjøruni og lendinum fram við strondini nógv broytt. Neyst eru umbygd ella tikin niður, nýggj neyst eru bygd, og dráttir og brúgvar eru komin afturat. Í mongum førum er matrikulin ikki samsvarandi rættaður, og tí varð farið í holt við at gera eina nýmatrikulering av økinum. Tað er henda, ið nú er staðfest í einum sonevndum matrikuldómi.

Matrikuldeildin á Umhvørvisstovuni fer nú undir at rætta matrikulkort og matrikul í tráð við dómin. Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður málið latið tinglýsingini, sum dagførir eigaralistan, servituttir v.m. Hetta arbeiðið er væntandi liðugt í næstum, og málið um fjøruna í Vestmanna verður sostatt avgreitt í ár.

 

 

 

 

 

 

 

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder