2015-10-11 16:11
Í dag er aftur landsdystur á skránni. Hetta er síðsti landsdysturin í ár og samstundis eisini síðsta dysturin í hesari EM undankappingini. Ein undankapping, har vit hava fingið fleiri góð úrslit og leikarnir hava víst framúr hugburð, stríðsvilja og fótbóltsspæl.
Hetta hevur eisini verið fyrsta undankappingin hjá nýggja fjepparafelagnum og ikki kann sigast annað enn, at hetta átakið hevur eydnast avbera væl. Fólk hava veruliga miðsavna seg um landsliðið aftur og stemningurin á Tórsvølli hevur verið fantastiskur seinastu dysturnar.
Hetta verður samstundis eisini síðsti landsdysturin hjá bæði Fróða Benjaminsen og Christian L. Holst. Tveir profilar og undangongumenn á landsliðnum seinastu árini. Tí fara vit sjálvandi at heiðra teir báðar í dag.
Skansin hittast til upphiting kl. 14.00 í Bridgehúsinum. Í samband við upphitingina, so fara vit at kunngera, hvønn Skansin hevur valgt sum "Besti landsliðsleikari síðani Landskrona". Vit kunnu avdúka, at vinnarin kemur á vitjan.
Søla av fjepparalutum og andlitsmáling verður í Bridgehúsinum frá kl. 14.00 til 16.00 og frammanfyri NO12 frá kl. 16.00 til dystarbyrjan.
Tað er týdningarmikið, at øll eru á Tórsvølli í góðari tí, so leikarnir frá byrjan merkja, at vit eru við teimum. Vit síggjast á Tórsvølli og minnist til at rópa á Føroyar ! Latið nú okkara leikarar veruliga merkja, at teir eru á heimavølli!
Saman standa vit sterkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald