2015-12-15 23:04
Søkt verður eftir maskinførara at byrja sum skjótast.
Arbeiðsuppgávur:
??? At koyra gravimaskinur eftir tørvi.
??? At koyra lastbil eftir tørvi.
??? Viðlíkahald og reinhald av maskinum og bilum.
??? Kavagrevstur og salting.
??? Aðrar arbeiðsuppgávur eftir tørvi.
Vit vænta av tær at tú:
??? Dugir at koyra gravimaskinur.
??? Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
??? Hevur gott handalag.
??? Dugir væl at loysa uppgávur.
??? Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
Umsøkjarar við handverkaraútbúgving ella líknandi royndum kunnu hava ein fyrimun. Tað er ein treyt at tann, ið sett/ur verður, hevur koyrikoyrt.
Setanartreytir:
??? Talan er um eitt fulltíðarstarv.
??? Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
??? Starvið er tímalønt. Lønin verður sambært galdandi sáttmála.
??? Tann, ið sett/ur verður, skal tola broytingar í starvinum.
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða Vága kommunu í hendi innan mánadagin tann 4. januar 2015 kl. 0900 og skulu sendast til:
Vága kommunu
Hammershaimbsvegi 1
FO-360 Sandavági
[email protected]
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til tekniska leiðaran á telefon 794405.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald