
Ritan var eitt frálíkt skip, Ternan var eitt frálíkt skip og Teistin var eitt frálíkt skip. Jú ein og hvør broyting er frálík at byrja við, men tað er soleiðis við øllum at tíðin fer frá øllum við tíðini.
Símun Gulaksen ger viðmerkingar til tað at Jógvan Skorðheim saman við Svínoyingum ynskir broytingar á Rituni soleiðis at hendan kann taka bilar.
Tað er eitt brennandi ynski frá Svínoyingum at ferðasambandi verður dagført. At sambandið í øllum førum verður eins gott og tað er í Sandoynna, Nólsoynna og ella Kallsoynna. Hetta eru oyggjar sum Svínoyggin kann samanbera seg við í atkomumøguleikum. Fugloyggin og Mykines eru annarleiðis í so mata og hava annað´gott at bjóða.
Svínoyggin hevur ikki sama tørv sum Fugloyggin men hevur ein annarleiðis tørv. Svínoyggin hevur eitt nógv størri uppland enn Fugloyggin. Landsverk greiddi frá á fundi í Klaksvík fyrr í summar at í Svíni var øki niðanfyri 100metra hædd 3 ferðir so stórt sum tað t.d. er í Klaksvík. Møguleikarnir fyri t.d. útbygging innan aling sum eftir hondini krevur ovurstór øki á landi og sum liggja tilpass avsíðis eru margfaldir í Svínoy.
Men lykilin til allan framburð liggur í ferðasambandinum og skal Fugloyggin verða felagsnevnarin í so mata verður Svínoyggin at liggja sum hon liggur, og tað er ikki haldbart fyri einar framkomnar Føroyar. Noy eg ynski ikki Fugloynni nakað verri, men heldur betri sambandi, men tað kann ikki verða uppá bekostning av Svínoynni.
Nú verður so ferjuskáin gjørdur við Eiði. Líknandi kundi gott verið gjørdur á Víkini eisini fyri sera samuligan penga, soleiðis at altíð var lendandi við bilferju. Men næsta stig eigur at verða at brimverja verður gjørd við Eiði soleiðis at Eiði kundi verið brúkt nógv meir hóast Eiði ongantíð verður 100%.
Meiningarnar eru ymiskar um havt ið best er at gera, eisini í Svíni. Fólk eru tó samd um at okkurt má gerast. Eg havi tað tó soleiðis við hesum at eg eri ikki bangin fyri at um man tekur tað eina stigi hendanvegin at so verður einki gjørt hinvegin. Tvørturímóti má man taka við tí man fær og tað leiður sum regul til at tað verður gott til endans. Er tørvurin fyrst skaptur kann Eiði skjótt gerast tann gamla havnin.
Frímund Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald