Politikkur

Marxist-leninisman, Berlinmúrurin og friðarrørslurnar.

...

2014-11-10 19:17 Author image
placeholder

- ein áminning 25-ára dagin fyri, at Múrurin fall

Sunnudagin 9. november vóru 25 ár liðin síðani Múrurin fall. Ímyndin av totaliterari skipan, sum sambært Eduard Sjevardnadze, seinasti uttanríkisráðharrin í Sovjet, bygdi á fatanina, at heimurin áhaldandi var vígvøllurin í bardaga millum skipanir.....bardagi, sum varð førdur í navninum hjá fólkinum - og aftanvert bakið á somu fjøld.

Múrurin var úrslit av fyrilitarleysu atferðini hjá Sovjet aftaná seinna heimsbardaga. Totalitera muran varð sjónlig stutt aftaná krígslok í 1945, har londini í Eystur- og Miðeuropa politiskt vóru sorlað sundur, har forðað var fyri frælsum valum, har skipaður yvirgangur var móti øllum ikki-kommunistiskum flokkum og viðhaldsfólkum, har áhaldandi hernaðarligt trýst varð á allan regiónina, har Vesturberlin (Berlinkreppan 1948-1949) varð blokerað, har Sovjet skipaði kommunistisku valdstøkuna í Tjekkoslavakínum í 1948 og vaksandi trýstið á Finnland sama ár. Kalda Kríggið var veruleiki.

Ella sum Molotov segði: "Vit skaptu okkara sosialistisku (eystur)Týskland, Tjekkoslovakia, Póland, Ungarn, Jugoslavia ..... at burturbeina kapitalistisku skipanirnar - tað var Kalda Kríggið".

At verja fólkaræðini vestanfyri, tóku londini í Vestureuropa og USA í 1949 tí stigið at skipa NATO sum bulverk móti skipaðu politisku og hernaðarligu hóttanini frá Sovjet. At NATO bjargaði vesturlendsku fólkaræðini er eyðsýnt og eisini skjalprógvað aftaná at Múrurin fall.

Krígsbúskapur

Í fimmtiárunum helt Sovjet fram við at trælka londini í Eystureuropa, í 1953 bleiv arbeiðarauppreisturin í Berlin niðurbardur, sama í 1956 í Póllandi og so november sama ár, tá sovjettiska hermegin tók valdið í Ungarn.

Slóðin eftir harðræðinum, valdstøkunum og lygnunum var ræðandi. Skipaða stríðið hjá Sovjet móti vesturlendsku fólkaræðunum helt fram heilt upp til 1987, tá Gorbatjov megnaði at broyta stevnuna hjá sovjettiska kommunistaflokkinum burtur frá at byggja sína grundsjón á heimskolleltingina og at hjáveran í londunum, sum Sovjet hevði ræði á, fyri ein hvønn prís skuldi vera áhaldandi, og at hesi londini skuldu geva sítt ískoyti til sosialistisku heimskollveltingina.

At røkka endamálinum var sovjettiski búskapurin at rokna sum krígsbúskapur heilt upp til endan av áttatiárunum, har minst 20% av BT?? árliga fóru til hermegina.

Hent amboð

At káva yvir veruliga endamálið hjá marxistisk-leninistiska ræðinum hjá Sovjet var totalt informatiónsmonopol og einsrætting neyðugt. Kommunistisku floksapparatini eystanfyri førdu beinharðan sensur. Flokkarnir gjørdu av hvørjar sokallaðar friðarkampanjur skuldu sjósetast, hvussu systemkritikarar skuldu revsast, hvørji tíðindafólk, granskarar, friðarfólk o.o. skuldu bjóðast til ráðstevnur í Sovjet o.s.fr. ??ll skipanin var gjøgnumseyðrað av kommunistiska flokkinum í Kreml.

Alt hetta vistu flestu í vesturheiminum undir Kalda Krígnum. Kortini vóru tey mong, sum lótu seg blenda av kommunistisku/sosialistisku hugsjónini og gjørdust hent amboð hjá kommunistisku flokkunum handan Múrin.

Tá so Sovjet í seinnu helvt av 1970'unum setti upp SS-20 kjarnuorkurakettir í Eystureuropa, herdi henda atgerð Kalda Kríggið munandi. Friðarrørslurnar vestanfyri lótu seg blenda av sovjettisku propagandaini, sum var so dygg, at rørslurnar vendu ábreiðslurnar móti NATO og frælsu fólkaræðunum í Vesturheiminum.

Sum Gorbatjov síðani er endurgivin fyri at siga: "Uppsetanin av SS-20 kjarnorkurakettunum var eitt ófyrigeviligt stig". Víðari segði Gorbatjov, at kommunistaflokkurin var sannførdur um, at tá rakettirnar vóru uppsettar, fóru friðarrørslurnar í Vesturheiminin at virka harðliga ímóti, at Vesturheimurin tók stig móti nýggju kjarnorkuhóttanini eystaneftir - at friðarrørslurnar fóru at gera hvat tær kundu fyri at hjálpa heykunum í Kreml....

Kjarnorku fyrst

Eisini er farnu árini komið undan kavi, at Sovjet og Warszawapakt-londini í síni hernaðarstrategi ætlaðu at vinna kríggið móti NATO við at brúka kjarnorkuvápn við krígsbyrjan. M.a. skuldi Eysturtýskland bumba Hamburg við kjarnorkubumbum frá 2. krígsdegi.

Andrej Gromyko hevur síðani váttað, at yvirordnaða sovjetiska hernaðarætlanin var, at kjarnorkuvápn vóru at rokna sum krígsvápn, sum bert vóru meira effektiv enn konventionell vápn.

Í frásagnum og skjølum, komin undan kavi síðani, vóru nágreiniligar ætlanir um at renna Vestureuropa yvir enda eftir fáum døgum, og at alt Vestureuropa skuldi vera fallið 14 dagar aftaná krígsbyrjan. Leiðin var at kjarnorkubumba allastaðni, hernaðar- sum sivilmál.

Danmark var sera týdningarmikið í ætlanunum, tá donsku sundini høvdu alstóran hernaðarliga týdning fyri Sovjet. Tí skuldi Danmark nærum teppibumbast við kjarnorkubumbum frá fyrsta degi.

Filosofiin var at skapa mest møguliga ræðslu og deyða, og at USA væntandi ikki fór at svara aftur, men ístaðin lata alt Europa upp í hendurnar á Sovjet. At røkka hesum endamáli bygdu allar hernaðarvenjingar hjá Warszawa-paktini ikki á verju, men á álop við kjarnorku.

Hertaka Vestureuropa

25 ár seinni kunnu vit við ræðslu lýta aftur á tíðina áðrenn Múrurin fall. Søgan hevur prógvað, at hóttanin móti friðinum kom ikki vestanífrá, sum mong tá gjørdu seg til talsfólk fyri.

Tvørturímóti er í dag greitt, at áhaldandi hernaðardubbingin eystanfyri hevði sum endamál at at hertaka Vestureuropa við øllum neyðugum vápnum, kjarnorku íroknað.

Tí er 9. november eitt minni um ræðuleikarnar, sum kundu rakt okkum øll og samstundis er 25-ára dagurin ein greið áminning um, at fólkaræðið og persónliga frælsið ikki er ein sjálvfylgja, men ein gáva, sum vit eiga at varveita og verja av fullum hugi.

Og at vit sluppu undan ragnarokinum og ræðuleikunum kunnu vit m.a. takka Reagan, Gorbatjov, Sjevardnadze og seinni eisini Jeltsin fyri. Menn sum kendu søgunnar vitjanartíð, tóku av henni og bjargaðu heiminum. Alternativið til hesar menn er ræðandi.

Bjarni Djurholm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder