Vinna

Martin verður á Havnini í morgin

...

2017-02-26 08:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost "Martin" verður á Havnini í morginárini. Tað var í oktober at Bakkafrost kunngjørdi at felagið hevði keypt nýtt skip frá Havila Shipping í Norra, talan er um skipið ið hevði navni Havila Princess. Martin kemur at virka sum tænastuskip hjá felagnum og fer at røkja ymiskar uppgávur í aling á sjónum.

Skipið, ið er 73,5 m langt og 16,6 m breitt, hevur 2 skrúvur til framdrift og hevur 2 síðuskrúvur framman og aftan. Skipið er útgjørt við DP (Dynamic Positioning) og hevur eitt stórt arbeiðsdekk upp á 704 m2. ??tlanin er at gera skipið út við eini skipan, ið verður nýtt til at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Við hesum verður orkan hjá Bakkafrost at reinsa laksin uttan nýtslu av kemiskum evnum munandi økt.

Martin verður á Havnini tíðliga í morgin, har skipið skal bunkra, og fara teir so til Suðuroyar til arbeiðis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder