Ítróttur

Martin Ritto er givin í Kyndli

...

2013-10-30 22:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Martin Ritto er givin í Kyndli og hevur skift felag til HC Kvívík. Hann hevur longu spælt við HC Kvívík, og hann vísti seg at vera ein fongur fyri teir, tí hann fekk ikki færri enn 9 mál í gjár.

24-ára gamli Martin Ritto spældi í fjør við VÍF, men í ár hevur hann spælt tveir dystir við Kyndli. Teir dystirnir vóru ímóti KÍF og VÍF.

Martin Ritto sigur í viðmerking til jn.fo at hann nú vil vera dómari.

-Eg havi skift til HC Kvívík, tí nú vóru teir 3 útlendingar í Kyndli, so eg endaði sum svarti per. Og tað vísti seg ikki at vera aðrir møguleigar hjá honum í Atlantic Airways deildini.

Tí havi eg valt at nú vil eg vera dómari, tað opnaði somuleiðis fyri møguleikanum, at spæla við HC Kvívík, og tað vildi eg gjarna sleppa, somuleiðis kann eg  hugna mær við hondbóltinum.

Eg kom at kenna spælarnar í HC Kvívík ígjøgnum fótbóltin í summar, har eg havi spælt við 07 Vestur.


Formaðurin í HC Kvívík Petur Johansen greiðir niðanfyri frá hvussu teir í Kvívík hava fingið fatur á Martin Ritto, sum nú er 2.deildar spælari. 

-Fyri tað fyrsta, so komu eg og aðrir spælarar á liðnum at kenna Martin væl ígjøgnum 07 Vestur, har vit sparkaðu við, áðrenn hondbóltsárið byrjaði aftur.

So havi eg tosa sindur aftur og fram við Martin, um hvussu tað gekk í hondbóltinum hjá honum. Tá vísti tað seg at ganga illa, av tí einki felag vildi hava hann. Men teir í Kyndil bóðu so um at fáa hann at spæla við har, men har slapp hann ikki at spæla meir enn 2 dystir. So sigi eg við Martin um hann ikki hevði hug at koma og spæla við okkum aftaná hann hevði dømt ein dyst hjá okkum. Hann svaraði "JA" beinavegin, av tí at hann sá hvussu góður moralurin var áðrenn og aftaná dyst. Og at vit duga at taka hondbóltin seriøst uttan at skula leggja av við øllum, so sum at ganga í býnum innímillum o.s.v. So vit satsa uppá uppflyting í ár ella næsta ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder