Ítróttur

Martin heldur fram í 07 Vestur

...

2016-09-20 22:15 Author image
placeholder

07Vestur.fo: Ein av profilunum í ár, Martin Tausen, hevur í kvøld longt sáttmálan við 07 Vestur. Martin kom vestur í januar og hevur veruliga víst sítt virði við spæli á høgum støðið, og hann verður heilt víst eisini ein av týðandi leikarunum í framtíðini.


26-ára gamli tvørámaðurin hevur veruliga tikið ábyrgd á miðvøllinum eftir skifti vestur og er blivin ein av mest týðandi leikarum okkara. Bæði í defensiva og uppbyggjandi partinum av spælinum, men ikki minst sum ein av leiðandi persónligheitunum, hevur Martin verið við til at hækka støðið á spælinum, sum at enda gav úrslit við uppflytingini til EFFO-deildina.

Og vit eru sjálvsagt sera fegin um, at Martin heldur fram hjá okkum, og ynskja honum og 07 Vestur hjartaliga tillukku við nýggju avtaluni!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder