2013-09-15 17:05
Ítróttarfelagið Bragdið skipaði í dag fyri TOP-RUN, har runnið verður frá bensinstøðini í Kollfjarðadali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km.
68 høvdu melda til og hjá monnunum var tað okkara fremsti rennari Marnar Djurhuus, sum vann við tíðini 43:04. Hetta er nýtt met á teininum. Nr. 2 og 3 gjørdust Sam Vang og Regin Zachariasen.
Hjá kvinnum vann Rigmor N. Arge, Birna Mohr Joensen var nr. 2 og Hergerð Heldarskarð nr. 3.
Tilber at síggja øll úrslitini við at trýsta her:https://app.lap.io/event/2013-top-run/results?category=
Kelda: portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald