Ítróttur

Marnar Djurhuus svarar spurningum

...

2013-09-28 17:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nær byrjaði tú at renna?

Eg byrjaði at venja renning í november í 2009.

Hvussu nógv og hvussu ofta venur tú renning um vikuna?

Hvussu nógv eg venji svingar eitt sindur frá summar til vetur. Eg venji nógv meiri um veturin enn um summarið, men eg renni hvønn dag.

Hvussu ofta venur tú styrkivenjing um vikuna?

Eg venja styrkivenjing 2 ferðir um vikuna.

Hvør er stórsta fyrimynd hjá tær?

Tað er uttan iva Mo Farah.

Hevur tú íðkað annan ítrótt?

Ja tað havi eg, eg havi spælt fótbólt.

Íðkar tú annan ítrótt?

Nei ikki miðvíst. Men mær dámar væl at súkkla onkran túr og at rógva á maskinu.

Hugsar tú nógv um at eta rætt?

Ja, kosturin hevur ótrúliga nógv at siga. Royni heilt avgjørt ikki at eta ov nógv ósunt.

Hvat er tín størsta ítróttahending?

Tað má nokk vera Oyggjaleikinum á Bermuda í summar.

Hvat er tín størta styrki?
Mín størsta styrki? tað eg veit ikki ordiliga, men at eg klári at pressa meg ótrúliga nógv, tað er nokk ein góð styrkji.

Hvat er tín veika síða?

Mín veika síða, tað má nokk vera mótvindur, eg hati mótvind.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder