Politikkur

Marknaðarføring á breddan - Alt kann ikki draga seg um Tórshavn

...

2016-11-06 22:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Marknaðarføring á breddan - Alt kann ikki draga seg um Tórshavn

Sannleikin er tann, at um ikki vit sjálvi seta Vága Kommunu á landakortið, og skapa eina mynd av eini kommunu, ið stendur sum ein sterk eind, er tað ongin annar, ið ger tað fyri okkum.

Vit hava í áravís sæð og hoyrt aðrar kommunur staðið fram í kvf og øðrum miðlum, við tí tey hava fingið av skafti og um, hvussu liviligt tað er hjá teimum.

Tað hevur verið lítið og einki at hoyra frá Vága Kommunu - hetta má broytast! Vit mugu duga at fortelja fólki, at vit eru meira og annað enn ein gjøgnumkoyring til flogvøllin.

Tað er so lætt at marknaðarføra seg á netinum í dag, og eg ynski, at vit brúka hendan møguleikan í nógv størri mun. Tað er neyðugt at marknaðarføra okkum, bæði í Føroyum og ikki minst fyri teimum útisetum, ið eru klárir at venda heim aftur til Føroyar.

Alt kann ikki draga seg um Tórshavn, og vit skulu geva Havnini ein skarpan gang, tá ið tað snýr seg um nýggjar borgarar. Her er byggilendi og møguleikar.

At enda vil eg heita á tykkum, ið vilja hava framburð og samanhald í Vága Kommunu, um at hugsa tykkum væl um, nú tað av álvara stundar til kommunuvalið.

Hetta at stýra eini kommunu av tí stødd, Vága kommuna, hevur í dag, krevur fólk, ið hava árræði, dirvi og førleikar. Førleikar at føra kommununa víðari, og fáa sum mest burturúr hvørjari skattakrónu.

Sjálvt um her eru stórar og spennandi verkætlanir fyri framman, skulu vit tó ikki gloyma, at her liggja fleiri arbeiði, ið ongantíð eru liðugt gjørd; hetta skal og má gerast liðugt.Eg vil arbeiða fyri, at onki øki í kommununi og eingin borgari fer at kenna, at tey eru yvirsædd ella gloymd burtur.

Vit skulu standa saman, byggja saman og virka saman.

Her verður enn betri at vera!

Eyðdis Hartmann Niclasen, Valevni á Nýggja Lista,
Lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder