Í morgin, týsdagin verður marknaðarføring sett á breddan á M-degnum.
M-dagurin hevur sum endamál at savna marknaðarfólk í Føroyum til netverkan, kveikjan, og at geva viðkomandi amboð til dagliga yrkið.
Skráin í ár er samansett av fyrilestrum innan m.a. Instagram, Facebook, SEO og samskifti. Røðarar eru David Lorentzen, Niclas Heri Jákupsson, Allan Dalsgarð og Bárður Eklund.
Danin David Lorentzen er seinastu trý árini blivin viðurkendur fyrilestrahaldari innan sosialar miðlar. Dagliga ráðgevur hann smærri og stórum fyritøkum, hvussu tey kunna brúka sosialar miðlar til at skapa málrættað úrslit. Herav kunnu m.a. Telia, Ecco, Kindly og Jensen's Bøfhus teljast millum trúføstu kundar hansara.
Í ár verður M-dagurin hildin á panorama á Hotel Hafnia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald