JN

Markháttligt hvussu LV velur at prioritera okkara trygd í Vágum

...

2015-11-06 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár skrivaðu vit eina grein við yvirskriftini "Landsverk sett deyðsfellu upp norðan fyri Sandavág". Jónfinn Olsen gjørdi eina viðmerking til greinina, hon kann lesast niðanfyri.

Tað er nú markháttligt hvussu LV velur at prioritera okkara trygd her vesturi í Vágum.

Sum eg havi skrivað so oftani fyrr, so havi eg roynt at fingið gongd á ferðslutrygdarætlanina í gjøgnum Sandavág og Miðvág síðan 2004 (11 ár), havi haft kontakt við allar mynduleikar, Politi, Landsverk (LV), Landstrýrið, Ráðið fyri Ferðslutrygd (RFF), Vága Kommunu (VK) o.s.v. Vit hava fingið eina rundkoyring við FK í Miðvági, takk fyri tað, eina óbrúkiliga bungu við Eirikstoftir í Miðvági, eina líkinda vega forðing við BankNordik og Gamla Hotellið í Miðvágið, eina óbrúkuliga og vandamikla vegaforðing við oma
nkoyringina til Valloyruna í Sandavági og eina uppaftur vandamiklari vegaforðing við einum djúpum vegalumma norðanfyri Býráðs skrivstovuna hjá VK í Sandavági, har til eru bara 2 gongu teigar í Sandavági á Høvuðsvegnum, ein í hvørjum enda og líka ringt er í Miðvági, har tveir gongu teigar eru frá Kirkjuni og heilt til FK, ein við Kirkjuna og ein við Rundkoyringina o.s.v.

Fyri nøkrum árum síðani skrivaði eisini til mynduleikarnar um at fáa trygdina við innkoyringina til Vatnsoyrar tryggari, so at bussarnir koyrdu inn til bussplássi og ikki steðgaðu úti á høvuðsvegnum og at tað blivu settir ljóssteyrar upp við innkoyringina og útið á landsvegnum, so innkoyringin kundi síggjast í teimum myrku tíðunum og trygdin har eftir eisini bleiv sett hægri so eingin vandi stóðst av hesum. Nú fleiri ár seinni ("eini 5-6") er hettar nú gjørt í 2015 og er tað gleðiligt at síggja, takk fyri tað! MEN HVÍ SKAL ALT TAKAÐ SO LANGA TÍÐ AT FÁA AVGREITT? Eg skal siga at VK hevur roynt og roynir at gera sítt, men LV hevur ikki og metir ikki at vandin er so stórur júst her Vesturi hjá okkum, tað eru onnur økir sum hava nógv sørri brúk fyri at verða eftirhugd áðrenn, so tað eru altso onnur økir sum eiga at prioriterast áðrenn Vágoyggin verður sagt, her sum so nógvar vanlukkur og deyðsføll o.a. óhugnaligt hevur verið í og viðv. ferðsluni eftir høvuðsvegnum og eg havi hvørja ferðinar sagt og skriva tá eg havi haft hettar evnið frammi, at tað er bara spurningur um tíð nær hettar kemur at kosta menniskja lív og deyðin verður enn einaferð ein verðuleiki í ferðsluni á vegastrekkjunum í Vágum, hvør hevur tá ábyrgdina? Eg havi spurt so oftani? Hví ikki gera og prioritera høvuðsvegastrekkið í gjøgnum Vágoynna N?? beinanvegin og fyribyrgja at nøkur vanlukka hendir????? Hettar er ikki bara eina vegur, men ein av okkara høvuðslívsagrum í koyrt verður eftir tá farast skal út í heim og nógv tung ferðsla er í hesum sambandi og í samband við tað stóra alivirksemið sum er á Vágoynni. So vit tosa ikki "BARA" um ein veg.

Men nei, tað skal "trossast", eg hugsaði mítt tá hendan autoverjan bleiv gjørd og hvat í himmalsins navnið ætlanin var. Tað sást tíðuligani beinanvegin at LV hevði ikki tosa við hagan sum var á staðnum og júst í hesum strekkinum, hettar er eitt av teimum vegastrekkjunum sum verður nógv salta tað køldu tíðina av árinum og tá er eisini nógvur seyður at síggja á hesum vega strekkinum sum vit síggja avmundaða. Nei í staðinfyri at fara undir at gera heildar Ferðslutrygdarætlanina lidna og nakað afturat tí í Vágum, so velur mann ístaðin at hála eina nýggja kanin úr hattinum og gera nakað heilt annað og sum møguligani kemur at hava onkra vanlagnu ella deyða við sær um hettar ikki verður rætta BEINANVEGIN! "Tað er eingin grund at hegna eina rætt á einum vegastrekkið har túsuntals bilar koyra við autoverju" ella hvat?????

Eitt fyribylsuppskot er eisini sent inn, sum kundi verið gjørt sum ein fyribyrgjing, til tann endaliga loysnin bleiv gjørd liðug, men her bleiv tað eisini ignorera og tekningarnar ikki so frætt sum komenteraðar og tann loysnin vildi ikki kosta so nógv, trúgvið at autoverjuloysnin hevur nokk kosta mangt slígt, men soleiðis velur og prioriterar mann Vágoynna, ein vanlagna og lítið gjøgnum skignið! TAKK TIL TYKKUM á jn.fo at tit nú seta FOKUS á hettar.

Eg heiti við hesum enn einaferð alment á mynduleikarnar sum varða av hesum um at fáa hettar gjørt ongantíð ov skjótt, verið proaktivir og latið arbeiðið fara í gongd beinanvegin áðrenn vit uppliva nakra syrgiligar vanlukkur á tí almenna vegastrekkinum í Vágum, tær hava longu verið ov nógvar.

Vinarligast

Jónfinn Olsen
Psykoterappeut MPF
Miðvágur hin 05.11.2015

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder