Tað er sera óvirðiligt, ið fari er fram ímóti Kaj Leo Johannesen, løgmanni, eftir míni meting. Hann hevur nevnt, at vit eiga at taka okkara tørn at hjálpa flóttafólkum. Mangt er skrivað, ið er vamlisligt, skammiligt og rasistiskt. Nógvar av viðmerkjingunum áttu ongantíð at verið skrivaðar og hevði verið best fyri tann, ið skrivaði tær, um tey sjálvi strikaðu tær. Um ikki, so lat tær standa til æviga tíð, sum dømi um hvussu vit ikki skulu gera, og hvussu vit ikki skulu kjakast og argumentera.
Fyri fáum árum síðani eins og fyri kortum, tóku føroyskir skiparar bátaflýggjar upp og bjargaðu teimum frá tí vísa deyða. Flestu føroyingar mettu, at teir høvdu gjørt eina góða ger. Men eftir nøkrum av viðmerkingunum at døma, er ivasamt um tað er rætt at hjálpa einum neyðstøddum!.
Vit kalla okkum eitt kristi land. Vit skulu í verki vísa næstrakærleika og hjálpa har tað treingir eftir førimuni.
Spurningurin um flóttafólk, er ein spurningum um at hjálpa - og hvussu vit gera tað best. Vit kunnu ikki hyggja at, ímeðan fólk verða skorin á háls, neyðtikin og pínd. Tað er okkara skilda at hjálpa okkara medmenniskjum. Vit kunnu ikki bíða í 10 ár, tí tað er nú trupulleikin leika á.
Sjálvandi skal tað gerast við skili, so vit ikki ikki oyðileggja okkara samfelag. Um vit fara rætt fram ivist eg ikki í at vit bæði kunnu hjálpa og fáa eitt betri samfelag. Vit missa onki við at hjálpa. Eg haldi at tað er gott at Kaj Leo tekur spurningin upp. Tað er tiltrongt.
Vh Marjus Dam fyrrverandi løgtingslimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald