2015-01-30 17:11
VÍF og Neistin spældu í gjárkvøldið javnleikt 28-28 í seinnu CocaCola hálvfinaluni hjá kvinnum - fyrra hálvfinalan endaði við 28-27 sigri til Neistan - sostatt er Neistin í finaluni, har tær skulu møta Kyndli. JN.fo hitti Marjun Danberg hjá Neistanum eftir dystin.
Vit spurdu hana hvussu tað føldist at koma víðari í finaluna.
- Tað følist fantastisk, tað er øguliga gott, eg haldi tað var ein góður hondbóltdystur, tær vóru frammanfyri, men vit komu øguliga væl aftur, vit vildu tað kanska eitt sindur meir enn tær.
VÍF byrjaði betri, men liðini fylgdust væl allan dystin.
- Eg haldi vit høvdu stýr á støðuni, sjálvt um tær vóru frammanfyri, vit komu víðari - so eg eri útrúliga fegin, segði Marjun við JN.fo eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald