Á 90 ára føðingardegi í gjár hjá Skótaliði Sigmunds Brestissonar (gulir skótar í Havn) helt Marius Rein eina áhugaverda røðu.
Skótalið Sigmunds Brestissonar 90 ár
Røða hildin í Skótahøllini
2. februar 2016.
Góðu skótar, góðu áhoyrarar!
Fyrst fari eg at ynskja Skótalið Sigmunds Brestissonar hjartaliga tillukku við 90 ára stovningardegnum í dag. Síðani fari eg at takka skótaleiðsluni fyri, at tit hava víst mær tann stóra heiður at biðja meg um at halda røðu á hesum heiðursdegi skótaliðsins.
Í einum av okkara skótasangum syngja vit:
???Tað birtist so smátt og í stilli,
men ein neisti kann skjótt gerast bál???
Tað vóru fýra havnardreingir sum Kyndilsmessudag í 1926 í einum húsum í Tróndargøtu, kveikti ein neista, sum skjótt gjørdist eitt gott og livandi bál. Dreingirnir, Pauli Christiansen, Arni Ellingsgaard, Zacharias Poulsen og Eskild Christiansen, hittust henda dag heima hjá Eskild og stovnaðu Skótalið Sigmunds Brestissonar. Bálið, sum teir kyndu henda dag fyri 90 árum síðani, vaks seg so líðandi til eitt stórt og glæsiligt bál; men sum við øllum bálum, so brennur tað niður og eldurin slóknar um ikki lagt verður afturat aftur. Gongdin og menningin hjá skótaliðnum hesi 90 árini kann samanlíknast við eitt bál, eldurin brennur, bálið veksur, men so minkar login og bálið er um at slókna, tá ið lagt verður afturat av nýggjum. Soleiðis hevur gingið hjá SSB hesi árini, liðið hevur verið stórt og sterkt, minkað og síðani vaksið aftur størri enn nakran tíð. Vit kunnu í dag gleðast um, at liðið er í menning - bálið brennur.
Tað var bretin Robert Baden-Powel, sum íbirti skótarørsluna. Baden-Powel var føddur í 1857. Tá ið skúlatíðin var liðug, fór hann í herin. Hann var góður hermaður, eisini var hann góður ítróttarmaður og veiðumaður, og hann dugdi sera væl at eygleiða náttúruna og tey fólk, sum livdi í og av náttúruni.
Í 1887 er hann í Suðurafrika og er við bretska herinum í móti ymsum ættarbólkum, m.a. Zuluarunum og Matabelarunum. Tey innføddu ræddist hann. Hann var djarvur, góður njósnari og góður sporfinnari. Tey góðu honum navnið ???Impeesa???, sum merkir ???úlvurin sum ongantíð svevur???. Heimskendur gjørdist hann undir Boarakrígnum. Baden-Powel skuldi við herdeildum sínum verja býin Mafeking. Tey innføddu høvdu eitt orðatak, sum segði, at ???hann, sum hevði ræðið á Mafeking, er harri í Suðurafrika???. Boaraherurin kringsetti Mafeking. Baden-Powel og hansara menn vardu býin manniliga í 217 dagar, tá ið bretski herurin kom teimum til hjálpar og fríaði býin. Eftir hetta varð Baden-Powel tilnevndir genaralmajorur og hann varð móttikin sum hetja, tá ið hann kom aftur til Bretlands. Heimafturkomin skrivaði hann bókina ???Aids to Scouting???, hetta var ein lærubók í njósning. Bókin var so vælumtókt í Bretlandi, at BP fekk hugskotið at stovna eina rørslu fyri dreingir at menna teir til góðar samfelagsborgarar. Hann kannaði eftir, hvussu dreingir vórðu uppvandir frá fornari tíð av og fram til okkara dagar. Spakuliga og gjølla gjørdi hann sínar skótareglur, og tá ið hann helt seg vera komin á mál, samlaði hann í august mánaða í 1907 20 dreingir og helt heimsins fyrstu skótalegu á Brownsea Island í Ermasundi og var henda legan sera væleydna. Skótarørslan var sett á stovn. Á várið í 1908 kom so bókin ???Scouting for boys???, sum var væl móttikin, og í 20indi øld var bókin fjórð mest selda bók í heimunum. Roknað verður við at uml. 150 milliónir eintøk eru seld av bókini ???Scouting for boys???. Tey fyrstu árinu vóru bert dreingjaskótar, men í 1910 komu gentuskótar við.
Endamál Baden-Powels við skótarørsluni var at gera nakað fyri ungdómin, at venja ungdómin til at verða góðar samfelagsborgarar. Hann gjørdi skótalógina, sum er í 10 greinum. Ein skóti er sannførur, hann er trúgvur, hann er dúgligur og hjálpsamur, hann er vinur við øll, bróður móti øllum øðrum skótum, hann er høviskur, djóravinur, lýðin, sparin, ber trupulleikarnar vælhýrdur og er reinur í hugsan, orðum og gerðum.
Baden-Powel valdi riddaran Santa Jørund at vera verji hjá skótarørðsluni, og á Santa Jørunds degi, 23. apríl, á hvørjum árið hittast skótar um allan heim at avleggja skótalyfti.
Eg lovi at gera mítt besta fyri
Altíð at halda skótalógina,
Altíð at hjálpa øðrum
Og í einum og øllum at vísa meg
Sum ein rættan skóta.
Sum skóti er tú limir í einum altjóða brøðrafelagsskapið, og hetta at verða skóti er ein støða tú tekur og heldur teg til alt lívið, tí siga vit ???Einaferð skóti, altíð skóti???.
Baden-Powel var leiðari av alheims skótarørsluni til hann doyði í 1941, hann var tá búsitandi í Kenya, í Afrika, heimspartinum sum hann elskaði so høgt.
Bretlands kongur heiðraði Baden Powel við at tilnevna hann til ???Lord of Gilwell???.
Skótarørslan breiddi seg skjótt út um Bretland og kring allan heimin. Eisini her í Føroyum varð skótalið stovnað longu í 1911, men henda royndin miseydnaðist, liðið sovnaði.
Betur gekk tað hjá Eskildi, Paula, Arna og Zacharisi, roynd teirra eydnaðist og tí kunnu vit í dag hátíðarhalda 90 ára stovningardag skótaliðsins. Tá ið liðið fylti 25 ár varð minnisrit givið út. Í hesum minnisritið fáa vit nógv at vita um hvussu tað gekk tey fyrstu 25 ár. Frásagnir frá monnum sum vóru við. Og um sjálva stovningina hevur Eskild skrivað. Vit fáa at vita, at hann var valdur til leiðara og at tað fyrsta teir gjørdu var at útvega sær egin hølir og fingu hølir í kjallaranum hjá abba Eskild í Trappugøtu. Eskild skrivar, at hann, sum tá var 16 ár, helt hann seg vera ov ungan til at standa fyri liðnum. Teir høvdu frætt um ein dana, sum arbeiddi á eini skrivstovu í Havn, at hevði verið skótaleiðari í Danmark, og heittu teir á hann um at vera liðstjóri. Henning Aage Holm, sum maðurin æt, játtaði og er fyrsti liðstjóri Skótalið Sigmunds Brestissonar, teir vóru tá 16 dreingir í tveimum patruljum og Santa Jørunds dag, 23. apríl 1926, avleggja hesir skótar sítt fyrsta skótalyftið. Fleiri og fleir dreingir gerast skótar, og á sumri 1926 eru 5 patruljur við út í móti 50 skótum. Fyri at verða við í altjóða skótaarbeiði var neyðugt at skótaliðið varð upptikið í ???Det danska spejderkorps???, og neyðugt var at liðið hevði eitt liðráð. Liðráðið við fimm limum varð valt, Hans Jacob Michelsen í Dalólarstovu var fyrsti formaður.
Bumme, sum fyrsti liðstjórin varð kallaður millum skótar, átti legu- og aðra skótaútgerð í Danmark og vórðu hesi send til Føroyar og longu í juni mánað var farið á fyrsta skótaleirin, ein weekendleirur, úti í Havnadali. Bert 12 skótar sluppu við, tí teir høvdu bert tað eina tjaldið.
Skótaarbeiði gekk sína vanligu gongd, við royndum o.ø. Neyðugt var eisini at útvega skótaliðnum pening til leirútgerð, tjøld og annað. Eisini høvdu teir sett sær sum mál, at fáa egin hús til skótaarbeiði. Skótarnir lótu nøkur oyrur um mánaðan í limagjaldið og annars lógu teir fram við, um peningur kundi vinnast. Gott kvettið gjørdi teir í 1928, tá ið teir vunnu kappingina um at samla margarinumerkir. Í hvønn margarinpakka var eitt merkið lagt og vinningurin fyri at samla flest merki var 1000 krónur, tað var nógvur peningur tá. Fyri hesar 1000 krónurnar keyptu teir eini hús á Bakkhellu sum fekk navnið ???Bakkahella???, ikki stór, men væl gekkst at húsast har og var Bakkahella karmurin um arbeiði hjá SSB frá 1928 til 1956 tá flutt varð niðan her í Skótahøllina.
Bumme flytur til Danmarkar í 1928, og tá verður fútin Leif Sundorph liðstjóri. Hendrik Jacobsen, Boss, skrivar í 25 ára minnisritinum, at ???hetta var ein frálík tíð???. Í 1934 fer Sundorph frá sum liðstjórið. Nú eru skótarnir so væl fyri, at teir halda seg vera førar fyri sjálvir at taka við leiðslu liðsins. Christian Weyhe, kallaður Kille, verður liðstjóri og hann hevur Hendrik Jacobsen sum hjálpara.
Hendrik verður liðstjóri í 1936, og stendur hann á odda fyri skótaliðnum í meira enn 30 ár. Boss, sum skótarnir kallaðu hann, var Bossurin hjá SSB. Hann kundi tykjast nakað strangur, hann kravdi disiplin og ordan, men tað var neyðugt á Bakkahellu, har upp til 10 skótapatruljur, umframt úlvar og rovarar, skuldi húsast í tveimum rúmum. Vit sum kendu hann og arbeiddi saman við honum, kunnu bera honum alt gott, hann hevði eina stóra sál, hann brendi fyri skótaliðnum - hann var á Bakkahellu, og seinni her í Skótahøllini, hvønn einasta dag.
Stríðsárini vóru føroyingar so gott sum avbyrgdir frá umheiminum. Sambandið við korpsið var kvett og skótaliðið stóð nú einsamalt, tó høvdu teir, umvegis bretska hersetingarvaldið, samstarv við bretskar skótar. Hetta tíðarskeiðið var ríkt fyri skótaliðið, liðið var stutt fyri kríggi býtt í tvey, og hevði nokk av góðum leiðarum, rovaraflokkurin vaks og eisini vóru nógvir úlvar. Men tá ið friðurin kom í 1945 broyttist hetta skjótt. Nú stóð heimurin opin fyri Føroya ungdómi at fáa sær útbúgving, eisini sluppu menn til skips og gjørdi hetta, at so gott sum allir leiðararnir fóru í senn. Boss stóð einsamallur eftir við nøkrum ungum hjálparum. Sjálvir nevnir Hendrik í 25 ára minnisritinum teir báðar Leif Isholm og Tryggva Sondum, sum serliga í 1947/48, gjørdu eitt dugnaligt arbeiði innan liðið. Eisini skal nevnast, at eftir kríggi tók skótaliðið seg burturúr ¨Det danske spejderkorps??? og liðráðsformaðurin, Richard Long, skrivar í 25 ára minnisritinum, at skótaliðið stóð óheft, til reiðar at gerast partur í alheims skótarørluni sum føroyskir skótar.
Bálið kølnaði tó ongantíð út, og umleið 1950 koma fleiri av gomlu leiðarunum aftur úr útlondum og taka arbeiðið uppaftur og gevur hetta góð úrslit og liðið mennist so nógv í 1950inum, at í 1955 verður skótaliðið aftur skipað í tvey lið við 5 patruljum í hvørjum. Eisini úlvaflokkurin mennist hesi árini og skótaleiðslan tekur avgerð um at seta kvinnuligar úlvaleiðarar. Tær fyrstu vóru Áshild Rein og Ingrið Sondum, síðani komu Bjørg Matras og Sunnuvá Lindenskov og vóru tað hesar fýra sum leiddi úlvaflokkin tá ið hann var býttur í tvey, eisini í 1955. Skipanin hjá teimum gulu skótunum í Føroyum broyttist miðskeiðis 1950inum, tá ið Føroya Skótasamband varð sett á stovn, og Eskild var tilnevndir Føroya fyrsti skótahøvdingur.
Stórhending í 1950inum var byggingin av nýggjum skótahúsið, sum fekk navnið ???Skótahøllin???. Bakkahella var ov lítil og nú liðið mentist aftur var gjørt álvara av at fá liðnum betri hølisumstøður. Býráðið, sum altíð hevur víst skótaliðnum væl vild, gav liðnum grundøkið fram við Havnará oman fyri Sjónleikarhúsið. Foreldruni tóku væl undir við byggiætlanum. Bygginevnd varð sett, mannað av partum av skótaleiðsluni og nøkrum pápum. Mammurnar stákaðist til basar, sum vóru fleiri í tali. H. C. W. Tórgarð teknaði tey nýggju húsini. Rovararnir og teir elstu skótarnir tóku sær av útgravingini og húsini stóð klárt at taka í nýtslu tá ið skótaarbeiðið varð tikið upp aftur eftir summarfrítíðina í 1956. Í 1950inum átti rovaraflokkurin motorbátin ???Brestir??? og tá ið báturin varð seldur, var peningurin nýttur til smáttuna við Leynavatn sum varð tikin í brúk páskaleirin í 1959.
Nýggju hølini í Skótahøllin broytti nógv skótaarbeiði, nú var pláss nokk til allar akrivitetirnar og tilgongdin av nýggjum skótum var so stór, eitt triðja skótalið varð stovnað og vóru tað eina tíð 19 skótapatruljur. Rovaraflokkurin var býttur í tvey og ein nýggjur skótaflokkur ???Birkibeinarar??? var settur á stovn fyri skótar í 16-18 ára aldri. ??lvaflokkarnir høvdu eisini stóra tilgongd. Higartil hevði skótaliðið bert verið fyri dreingir, men á Kyndilsmessu í 1969 varð gentuskótalið Tóra Sigmundsdóttir stovnað.
Tíðir koma og tíðir fara. Nýggja tíðin hevði við sær at tað komu fleiri og fleiri og fjøllbroyt tilboð til ungdómin, og gjørdi hetta at tilgongdin minkaði og liðið minkaði. Tó gjørdist ongantíð eldsløkkingur, nýggir leiðarar tóku við løgdu brenni á bálið og login mennist spakuliga.
Tað at vera skóti í Føroyum er bæði stuttligt og spennandi. Føroyska náttúran er ???Føgur og yndislig, stórbar og prýðilig??? Eingin túrur í náttúrini er eins, veðrið kann vera av tí allarfagrasta, stilli og sól, skiftandi til ódn, regn og kavarok. Alt hevur sína sjarmu. Teir mongu summarlegurnar hava allar, hvør í sær, sína uppliving og teir, sum við hava verið, minnast teir allar. ??tlendskir skótar hava vitja okkum, og okkara skótar hava verið mangar góðar og minnisríkar uttanlandsferðir. Á jubileumsjamboreeni í Bretlandi í 1957 luttóku SSB-skótarnir sum sjálvstøðigir føroyskir skótar, og ernir vóru vit, sum heima vóru, tá ið danska ???Billedbladet??? kom út við stórari myndareportasju frá jamboreeni, har mynd var av tá ið Skótalið Sigmunds Brestissonar við Bambus á odda og Karl hjá Jáku hjá Karl á Lag sum merkisbera, gingu heiðursskrúgongu fram við Bretlands drotningini Elisabeth. Tá var stuttligt at vera ???speidari í Havn???.
Eg havi her í røðuni nevnt nøkur fá nøvn av teimum, sum hava staðið á odda fyri liðinum. Tey eru nógv sum hava lagt lív og sál í arbeiði fyri skótaliðið. Í eini røðu sum hesi ber neyvan til at nevna og viðgera tey øll, men á degnum í dag kunnu vit ikki lata verða við at nevna menn sum Svend Poulsen, betur kendur sum Bambus, Harry Eysturtún, Knút Lützen, Tummas Arge, Magnus Sørensen, Sverri Fon, Jógvan Ki, Viggo Planck, Dia á Lava, Lars Jespersen, Høgni Jensen og nógv, nógv onnur, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri skótaliðið, vit minnast øll við takksemi. Eisini foreldrini, sum tóku so væl undir við skótaliðnum og stuðlaði arbeiði, eiga ein stóra tøkk uppiborna fyri hetta. Vit bera eisini eina tøkk til núverandi skótaleiðslu fyri tað arbeiði tey gera, fyri at menna skótaliðið. Elsti SSB-skótin í Føroyum er nakrar fáa dagar eldri enn skótaliðið, Jóannes Rubeksen, fylti 90 í síðstu viku. Hann er tó ikki elsti livandi SSB skóti, tað er Erik Ludvigsen, sum býr í ??lborg. Hann fylti 90 í fjør.
Í einum skótasangi syngja vit
???Teir gráhærdu hildu, at stuttligt var tað
at gera ein rovara flokk,???
Á heysti 2013 bjóðaði skótaleiðslan nøkrum gomlum skótum til ein kaffimunn í skótahøllini og her greiddi teir okkum frá gongdini í skótaliðnum. Vit hittust nøkur kvøld og samdust um at stovnaðu Annan Rovaraflokk Sigmunds Brestissonar, onkur kallar okkum fyri abbaflokkin. Vit hittast regluliga og skótaleiðslan veit hvar vit eru og vit taka eina hond í, tá ið brúk er fyri okkum.
Tað er at frøast um, at skótaliðið í dag telur 130 limir. Vit eru øll somul góða við okkara skótalið og vit ynskja liðinum eina góða og bjarta framtíð, tí
Føroya skótar fram,
Stríðist hvør, ið kann,
Tú sum eg, beinan veg
Fyri S. S. B.
Takk fyri orðið.
Á Kyndilsmessu 2016 ???
Marius Rein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald