Ítróttur

Marine Harvest og HSF hava undirskrivað avtalu

...

2015-10-15 01:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hondbóltssambandið og Marine Harvest hava í dag skrivað undir avtalu, sum er við til at tryggja landsliðsarbeiðið hjá HSF næstu tvey árini. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes, sum er dóttirfelag hjá Marine Harvest, var á skrivstovuni hjá HSF í dag og skrivaði undir sáttmálan saman við starvsnevndarformanni HSF´s Kristian Johansen.

Marine Harvest er heimsins størsta alifyritøka og hevur fyritøkan virksemi í 22 londum, m.a. Føroyum. Marine Harvest framleiðir áleið fjórða hvønn laks í heiminum. Marine Harvest Group alir laks í seks ymiskum londum kring heimin. Fjórða ársfjórðing í 2014 var alingin í Føroyum tann, sum gav best úrslit, tvs. mest burturúr hvørjum framleiddum kg av laksi.

HSF fegnast um nýggja samstarvið, sum gevur landsliðshondbóltinum í Føroyum møguleikan at mennast víðari og røkka teimum málum, sum eru sett út í kortið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder