Tíðindaskriv frá Vágs kommunu, 27. mars 2017
Marghøllin í Vági verður nú veruleiki
Marghøllin í Vági verður nú veruleiki. Hetta er greitt eftir býráðsfundin í kvøld, har Vágs Býráð samtykti at játta stuðul til byggingini av Marghøll inni á Oyrunum í Vági, sum Vágs Ítróttarráð letur byggja.
Í Marghøllini verður ½ fótbóltsvøllur, sum er 60 m. x 40 m. Harumframt verða góðar umstøður til frælsan ítrótt, tí rennibreyt verður runt vøllin. Á einari síðu verða 4 geilar, soleiðis at tað ber til at hava kappingar í 60 m. renning og 60 m. forðarenning, meðan 2 geilar verða runt fótbóltsvøllin. Harumframt verða eisini umstøður til longdarlop, 3-lop og hæddarlop.
Í høllini verður eisini ein klatriveggur, sum er 12 m. høgur, sum bæði kann brúkast til klatring og til síðing / rapelling.
Inni í høllini verður ein stórur innibygningur, sum Kontrast hevur teknað. Í innibygninginum eru skiftirúm, fundar- og felagshøli, goymslurúm, wc og handikapp-wc og skrivstova. Bygningurin verður í 4 hæddum, sum verða bundnar saman við trappum og lyft.
Marghøllin er ein stór høll, sum er 75,5 m. long og 50,0 m. breið.Høllin er 7 m. høg úti við síðurnar og umleið 15 m. høg á miðjuni.
Marghøllin verður bygd skamt eystanfyri Páls Høll, og gerst økið inni á Oyrunum sostatt eitt sera spennandi ítróttarøkið. Innanfyri Marghøllina verður eitt økið á omanfyri 10.000 m2 tøkt til onnur endamál.
Marghøllin kostar tilsamans 14 mió. kr. Á býráðsfundinum varð samtykt, at Vágs kommuna stuðular við 2 mió. kr. í 2017, sum longu eru settar av á fíggjarætlanini, og 1,5 mió. kr. skulu setast av á fíggjarætlanini fyri 2018. Harumframt kemur Vágs kommuna at gera leigusáttmála við Vágs Ítróttarráð, sum tryggjar stovnum undir Vágs kommunu, ítróttafeløgum og øðrum atgongd til at brúka Marghøllina.
Farið verður nú at gera klárt til at stoypa fundamentini undir stór-høllini, sum verður sett upp í juli og august mánað. Síðani verður farið undir at leggja graslíkisvøllin og rennibreytirnar. Marghøllin verður tikin í nýtslu í heyst.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald