JN

Marco Polo var á Kollafirði í dag

....

2015-06-27 03:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í dag hevur ferðamannaskipið Marco Polo ligið við bryggju í Kollafirði -  Marco Polo hevur ofta verið í Føroyum fyrr, og seinast JN.fo veit um, at tað var her, var tá ið vit avmyndaðu tað á Havnini í mars, sum myndin eisini er frá.

Marco Polo kom á Kollafjørð klokkan nýggju í morgun, og skipið loysti aftur klokkan 17 seinnapartin.

Marco Polo er 177 metrar langt og 24 metrar breitt, og sambært marinetraffic.com, so siglur tað undir flagginum hjá Bahamas.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder