Ítróttur

Maraton-fótbóltur millum jól og nýggjár

...

2014-11-12 14:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið 27. desembur byrjar maraton-fótbóltsdystur í Høllini á Giljanesi. ??ll fáa høvi at spæla við í dystinum, sum varðar í 24 tímar. Ímeðan dysturin er, verður ymiskt til matna keyps umframt ymiskt spennandi á skránni.

Byrjað verður við fleiri liðum av vaksnum leikarum, og um morgunin og út á dagin sleppa børnini framat.

Allar 24 tímarnar, verður ymiskt av mati, kaffi osfr. til keyps, og um morgunin verður gjørt meira burturúr, við morgunmatið, meðan børnini spæla.

Umframt hetta, verður køku- og lutatombola, tipping og lutaseðlasøla. Tá dysturin er liðugur, verða vinnararnir avdúkaðir.

Meira nágreinilig skrá verður lýst seinni.

07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder