Vinna

Manningin ÁTTI 29 prosent

...

2017-09-03 21:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landið hevur selt sild á uppboði, fyri 2,25 krónur fyri kilo'ið. 

Avreiðingarprísurin fyri sild liggur um fimm krónur. Avreiðingargjald til landið, er tvær krónur fyri hvørt kilo. 

Móttøkumøgulleikarnir í Føroyum, ella rættari, mangul uppá sama, ger at skip noyðast av landinum við onkrari last. 

Umborð á flestu uppisjóðarskipum eitur tað at manningin eigur 17,5% av søluvirðinum. Pluss eykapartar. Hetta samlaða býti sum eitur 29% til manningina og 71% til reiðaríið. Ergo, fyri hvørjar 5 krónur vit avreiða fyri, eru farnar 4 krónur og 25 oyru. tað eru 84 prosent av hvørjari krónu, beint í landskassan!! Her luttekur manningin ikki í uppboðssølugjaldinum. 

Fyri sild, sum ikki er seld á uppboði, er eitt tilfeingisgjald á 75 oyru fyri hvørt kilo. Avreiðingargjaldið er tað sama, 2 krónur fyri hvørt kilo. Tað eru 55% av søluvirðinum. Her "eigur" manningin fult luttøkugjald. Manningin ÁTTI 29 prosent!! 

Tað er forbannað lítið hugaligt at sigla í dag.

Hetta eru okkara fremstu búskaparfrøðingar Jóannes Jacobsen, Hermann Oskarson og aðrir, og okkara fiskimálaráðharri Høgni Hoydal sannførdir um er gott fyri samfelagið. tað skrivar Mortan Berjastein á Facebook í kvøld, Mortan er umborð á Jupiter til makrelfiskiskap í altjóða sjógvi norðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder