
Kundi tú hugsað tær at verið partur av manningini á tænastuskipi hjá Bakkafrost, ið skal verða við til at tryggja, at Bakkafrost og føroysk alivinna framhaldandi eru í oddinum í alheims alihøpi? Nýggja tænastuskipið "M/S Bakkanes" fer at arbeiða á aliøkjunum á vestursíðuni av Skotlandi, og væntast at verða klárt at fara í vinnu um ólavsøkumundið. Tú gerst partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi ??? tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.
Vit sóknast eftir tveimum manningum við hesum førleikum:
Skipari
- Skipsførari við sjóvinnubrævi STCW-reg. II/2
- STCW (Standards of Training, Certification and Watchkeeping) áteknað GMDSS (Global Maritime Distress & Safety System) og GOC prógv (General Operator???s Certificate)
- Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)
- Skeið í Bridge Resource Management (BRM)
- Bátaføraraskeið
Søk starviðher
Stýrimaður
- Stýrimaður á stigi við sjóvinnubrævi STCW-reg. II/2
- STCW (Standards of Training, Certification and Watchkeeping) áteknað GMDSS (Global Maritime Distress & Safety System) og GOC prógv (General Operator???s Certificate)
- Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)
- Skeið í Bridge Resource Management (BRM)
- Bátaføraraskeið
- Brandskeið & Brandleiðaraskeið
Søk starviðher
Maskinstjóri
- Skipsmaskinstjóri við sjóvinnubrævi STCW-reg. III/2
- Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)
- Bátaføraraskeið
- Brandskeið & Brandleiðaraskeið
Søk starviðher
1. meistari
- Skipsmaskinmeistari á 1. stigi við sjóvinnubrævi STCW-reg. III/2
- Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)
- Brandskeið
Søk starviðher
Fulltikin dekkari
- Viðkomandi útbúgving og nøktandi dekstænastu á havfarandi skipi STCW-reg. II/5
- Skikkaður kagmaður
- Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)
- Brandskeið
Søk starviðher
??fulltikin dekkari
- Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)
Søk starviðher
Skipskokkur
- Vinnubræv sum skipskokkur
- Heilsuprógv & Trygdarskeið (BST)
Søk starviðher
Vangamynd
Tú hevur viðkomandi útbúgving og førleikar, umframt sjóvinnubræv, ið lýkur nevndu treytir. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur nakað av kunnleika til aling og ert áhugaður at arbeiða við djórum og djóravælferð.
Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.
Vit bjóða
Talan er um áhugaverd størv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. Talan er um størv við stórum avbjóðingum og stórum denti á menning, uppfylging og effektivisering.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 5 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært felags sáttmála millum avvarandi fakfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til [email protected].
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna undir viðkomandi starvi.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 24. mai 2021.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.
Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og Skotlandi, har Bakkafrost eigur skotsku alifyritøkuna SSC. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið F??RKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald