JN

Manning til bjargingarbátin Sverra

...

2015-02-02 17:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leita verður eftir monnum og kvinnum, sum av og á kunnu taka eina viku vakt á bjargingarbátinum Sverra.

Einasta treyt er at tú ert álítandi og býr í Vágum. Um tú ikki arbeiðir í oynni ber til at skipa tað soleiðis, at onkur annar røkir vaktina, tá ið tú ert til arbeiðis.

Tað eru altíð bakvaktir tøkar, so um ein hevur vakt, og skal eitthvørt, er altíð onkur at taka yvir.

Um áhugi er, kunnu tit seta tykkum í samband við Finnur Joen-Jacobsen á Facebook, ella senda ein teldupost til [email protected]

Vága bjargingarfelag rekur bjargingarbátin Sverra. Alt arbeiði í samband við bátin er sjálvboði.

Uppgávur hjá Sverra eru í samband við leiting og bjarging, og er báturin ein góð trygd at hava hjá okkum øllum, um tað gongur gali.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder