Politikkur

Mannagongdir, tá borgarstjórar verða valdir á ting

...

2015-09-18 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mannagongdir, tá borgarstjórar verða valdir á ting

Nógv standa spyrjandi, og tí spyr Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu um mannagongdir, tá borgarstjórar verða valdir á ting.

Hvussu kann tað bera til, at borgarstjórin í høvuðstaðarkommununi fær undirtøku frá býráðnum, at hann kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis, meðan borgarstjórin í Klaksvík, av meiriluta í býráðnum, verður noyddur at velja antin borgarstjórasessin ella løgtingssessin.

Seinastu árini hava fleiri borgarstjórar sitið í Løgtinginum og røkt báðar sessirnar.

Hetta valskeiðið hevur borgarstjórin í Runavík boðað frá, at hann røkir báðar sessirnar til nýggjárs, borgarstjórin í Vestmanna situr í báðum sessum restina av kommunu-valskeiðinum, og borgarstjórin á Tvøroyri, ið situr í báðum sessunum, umhugsar støðuna.

Talan er um eitt prinsippmál.

Tað eigur ikki at kunna setast spurnartekin við avgerð hjá býráðum, um talan er um vælvilja/ illvilja ella politisk motiv.

Tí skuldi tað verið klokkuklárar mannagongdir, sum avgjørdu, um ein borgarstjóri fær møguleikan at røkja løgtingssess, samstundis sum hann er borgarstjóri.

Á tingfundi 17. september boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi

Á tingfundi 17. september boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1. Heldur landsstýriskvinnan, at talan er um prinsippmál, har allir borgarstjórar eiga at vera javnstillaðir?

2. Heldur landsstýriskvinnan at talan er um javnbjóðis treytir, tá t.d. borgarstjórin í Tórshavn og fleiri øðrum kommunum kunnu sita í báðum sessum, meðan borgarstjórin í Klaksvík, skal velja annan sessin frá?

3. Hevur landsstýriskvinnan í kommunumálum somu áskoðan sum fyrrverandi, at borgarstjórar settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu sita í Løgtinginum?

4. Hevur landsstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at fremja broytingar í kommunustýrislógini?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder