Jørðin byrjar at skugga fyri mánan klokkan sjey minuttir yvir 2 okkara tíð, sigur Orion Planetarium í tíðindaskrivi.
Full mánamyrkingin er frá klokkan 3.11 til klokkan 4.23, og síðani minkar hon aftur fram til klokkan 5.27, tá mánamyrkingin er av á hesum sinni.
Supermáni
Mánamyrking hendir, tá fullmáni er, - men hesaferð er fullmánin ikki hvør-sum-helst. Mánamorgunin er talan um ein super-mána. Supermáni er, tá tíðin fyri fullmána fellur saman við tíðini, tá mánin er nærmast jørðini í síni umferð um hana.
Supermánar fáa fullmánan at tykjast væl størri.
Reyður og gulur máni
Tað serliga er eisini, at mánamyrkingar fáa ikki mánan at hvørva.
Partur av sólljósinum, sum lýsir á mánan er ljós, sum er bent í lofthavinum hjá jørðini.
Skuggin frá jørðini forðar ikki hesum ljósi, og tí síggja vit mánan meðan mánamyrkingin er, - men nú síggja vit hann í appilsingulum og reyðum sólar-ljóslitum.
Men sum ikki einaferð, so skal tað verða klárt í veðrinum, um vit skulu síggja mánamyrkingina.
Kelda: kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald