Vinna

Málsviðgeri/familjuráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

...

2016-04-27 14:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir málsviðgera/familjuráðgeva til Barnaverndartænastuna í starvsbrøki 0,5 og 0,5 í Vága- og Sørvágs kommunum. Starvið verður sett tann 1. Juli 2016.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um Barnavernd og arbeiðið fevnir millum annað um málsviðgerð, kanningar og samrøður við bæði børn og vaksin. Harumframt fevnir arbeiðið um familjuráðgeving til foreldur, sum hava tað trupult og at skipa fyri tvørfakligum og tvørsektoriellum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni.

Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava miðallanga útbúgving, sum er viðkomandi í mun til barnaverndarøkið.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fleksibul og hava góð samstarvsevnir.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera ábyrgdarfullur, miðvísur og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt skal viðkomandi vera jalig/ur og duga at síggja loysnir.

Meira fæst at vita

Við at venda sær til Regin Johansen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna á telefon 794430 ella[email protected].

Løn:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og

Viðkomandi fakfelag.

Umsókn

Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan skulu vera barnaverndartænastuni í Vága- og Sørvágs kommunum, Hammerhaimbsvegur 1, 360 Sandavág í hendi í seinasta lagi 19. mai 2016. Seturnarsamrøður verða í viku 21.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder