Ítróttur

Málsøkni danin

...

2016-12-09 21:17 Author image
jóanis Albert Nielsen
placeholder

Grein ið stóð í 07 Vestur blaðnum: Søren Brøsted Nielsen skifti til 07 Vestur undan hesum kappingarárinum. Sigast má, at hann fekk væl burturúr, og hevur verið ein stórur fongur fyri felagsliðið í Vágum. Søren gjørdist toppskjútti við 26 málum, og gjørdi sítt til, at 07 Vestur flutti upp í EFFO-deildina.

Eitt sindur um Søren

Søren er 26 ára gamal, hann er føddur 03/11-1990, og er uppvoksin í Skals, sum liggur góðar 9 km norðan fyri Viborg í Danmark.

Í 2007 byrjaði Søren at spæla elitu fótbólt á hæsta stigi í FK Viborg, tað gjørdi hann fram til 2009. Eftir tað byrjaði hann at spæla við næstbesta liðnum hjá Viborg FF, har spældi hann til fyrst í 2011. Í januar 2011 skifti Søren til Thisted FC, sum tá var flutti niður úr 1. division í 2. division. Har var hann bert í eitt hálvt ár, og skifti hann tá aftur til Viborg. Eftir 10 mánaðir skifti Søren aftur felag, og fór tá til Kjellerup, sum tá spældi í 2. division, Thisted hevði fylgt sterka áleyparinum, og eftir eitt ár í Kjellerup, skifti hann aftur til Thisted, sum setti øll segl fyri, at flyta upp í 1. division.

Í Thisted gjørdi Søren Brøsted Nielsen um seg, har bleiv hann toppsjútti tað fyrsta árið, og fekk næst flest mál tað seinna kappingarárið, liðið gjørdist nummar 4 og 3 í deildini hesi bæði árini.

Soleiðis byrjaði leiðin til 07 Vestur

Kappingarárið 2014/15 fekk Søren eina búksjúku, sum gjørdi at hann tapti seg 8 kg uppá fýra mánaðir, og hevði mist alla orkuna.

Søren sigur, at hann hevði brúk fyri einum nýggjum startskotið til fótbóltin, har hann kundi njóta at spæla fótbólt.

Søren sigur, at hann er ein eventýrari, og hevur altíð havt ein dreym um at royna seg uttanlanda. Hann hevur altíð havt ein dreym um at royna seg uttanfyri Danmark, tó mátti hann hugsa seg væl um, tá ið venjarin hjá 07 Vestur, Hegga Samuelsen, ringdi til hann í februar í ár. Eitt ár áðrenn var Søren nemliga blivin ein av toppskjúttunum í 2. division, og hevði fingið blóð uppá tonna, um at hann veruliga skuldi gera um seg í 1. division í heimlandinum.

Tí var hann noyddur, at hugsa seg eina ferð eyka um, tá ið 07 Vestur sendi boð eftir honum, at spæla í næstbestu deildini í Føroyum, tí tað hevði hann ikki havt í hansara fótbóltsplanum. Søren hugsaði, at hann altíð kundi taka tað sum eitt upplivisi, og kom hann tí til Føroyar at hyggja eftir umstøðunum. Hann hevur síðani - ikki eitt sekund angrað at hann skifti til 07 Vestur.

Í tíðarskeiðinum Søren hevur verið í Føroyum, hevur hann fingið frið til bara at hugsa um fótbóltin, og útbúgving, hann tekur Ba í ítrótta-leiðslu(BA i sports management).

Hevur vant sera nógv

Søren dylur ikki fyri, at skiftið til 07 Vestur hevur hjálp honum nógv í hansara fótbólstleið. Hann fann formin aftur, og følir hann, at hann hevur ment seg enn meira, og hevur eitt hægri støði enn hvat hann hevði tá ið hann bleiv toppskjútti í 2. division.

Søren sigur, at hann hevur vant sera seriøst og yvirskipað fyri at blíva ein betri fótbóltspælari, og fyri at røkka málinum, ið hann setur sær, Søren setur sær nýggj mál alla tíðina. Fyri at blíva betri hevur hann uttanum tær vanligu venjingarnar saman við liðnum, eisini vant 2-3 ferðir um vikuna saman við Jens Erik Rasmussen um morgunin. Tað hevur gjørt gott og flutt Søren sum leikara, og hevur givið honum sjálvsálit.

- Eg havi altíð havt stóran áhugað at vant, tað kemur nokk av, at eg ígjøgnum alt mítt lív havi elskað fótbólt. Mær hevur eisini dámt væl at venja sjálvur, og tað hevur bæði verið í góðum og í ringum veðri - tá ið tað hevur regnað og kavað.

Løgi at búgva í Sandavági í mun til Aalborg

Tað seinasta árið hevur Søren búð í Sandavági, og hann sigur, at tað hevur verið ein umvelting í mun til hansara lív í Aalborg. Í Aalborg búði hann mitt í einum stórum býði við 200.000 fólkum. Í Sandavági búgva beint undir 900 fólk. Søren sigur, at hann dámdi væl at búgva í Sandavági, har kemur man at kenna tey flestu fólkini uppá ein sera fittligan máta.

- Mær dámar sera væl tað føroysku nattúrina, og eg lúgvi ikki, tá ið eg sigi, at eg man hava verið einar 20 ferðir í Gásadali og hugt eftir Múlafossi, síðani eg kom til Føroyar ??? tað var 1. mars.

Hevur ikki tikið avgerð um hvussu verður komandi ár

07 Vestur og Søren hava avtalað at tosað í desembur um framtíðina hjá honum í felagnum.

- Eg havi havt eitt gott kappingarár, og eg føli, at eg kann skora mál, og verða avgerðandi tá ið tað stendur á. So er spurningurin, um tað er nú eg skal taka næsta fetið og fara víðari. Tað kemur tíðin at vísa.

Eg seti mær mál allatíðina, soleiðis at eg uppá besta mátan fái útvilkað meg sum fótbóltspælara, og um tað verður í 07 Vestur ella í einum øðrum felagið, veit eg ikki enn.

Føroyskur fótbóltur er á røttu kós

- Eg haldi at føroyskur fótbóltur er í einari ótrúligari menning, tað prógvar landsliðið ferð eftir ferð. Eg haldi tað er ótrúliga stuttligt, at síggja føroysku áskoðarnar, tí tað er sjálvdan at man sær fólk geva so nógvan fosturlandskærleika til eitt lið sum føroysku áskoðararnir geva.

At síggja Føroyar spæla, minnir Søren um góðu dagarnar hjá danska landsliðum í 80???inum og 90???inum, tá var ikki eitt setur tómt til landsdyst í Parkini. Tað er líknandi støða sum er á Tòrsvølli, so at siga útselt til hvønn dyst, og tað heldur Søren er eitt bragd.

- Eg haldi yvirskipað, at fólk fylgja sera væl við fótbólti í Føroyum. Tað kann gott verða, at tykkara land er lítið, men øll hava eina meining um EFFO-deildina ella landsliðið, og tað haldi eg eri feitt, sigur Søren.

Søren heldur eisini, at FSF ger eitt gott arbeiði fyri ungdómin, og ungdómsfótbólt. Tó heldur hann, at tað er lættari hjá føroyskum børnum at sleppa til talent-útviklingina, og tað kemur nokk av, at fólk eru so góð við fótbóltin.

- Tað hevur sett síni spor í meg, at síggja hvussu nógv børn og ung renna á vøllinum hvønn dag til sólin ferð niður. Tað haldi eg er stuttligt. Tað er eisini tað ið ger ein góðan, venjing og meira venjing, sigur Søren at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder