Tað, at vit í Føroyum ??? so fáment vit eru ??? eiga eitt livandi og tíðarhóskandi mál, er einki minni enn ein tjóðskaparligur sigur, og hann er ikki sjálvsagdur. Tí tekur Framsókn undir við átøkum, sum hava til endamáls at røkja málið, so tað støðugt er livandi.
Framsókn hevur í hesi tingsetuni havt fleiri fyrispurningar til landsstýrismannin um støðuna hjá føroyskum, hjá teknmáli og í mun til málpolitikk ??? eisini fremmandamálsundirvísing í Føroyum og føroyskt fyri útlendingar.
Svarini benda á, at ikki so nógv ferð hevur verið á tí miðvísa arbeiðinum við at menna arbeiðið við føroyskum máli og eingin kós er at hóma í mun til hvønn fremmandamálspolitikk almennu Føroyar hava og heldur ikki er teknmál enn viðurkent sum móðurmál teirra deyvu.
??ll menning í Føroyum er knýtt at sjálvbjargniskraftini, har eisini hetta at standa sjálvstøðug málsliga allar dagar hevur verið natúrligur partur av tjóðarbyggingini.
Føroyskt skal staðfestat sum almenna málið í Føroyum. Teknmál skal viðurkennast sum móðurmál teirra deyvu. Vit skulu hava ein almennan málpolitikk, sum tekur atlit til málførleikar sum heild hjá øllum føroyingum og nýkomnum borgarum ??? eisini í mun til hvørji fremmandamál børn og ung hava høvi at læra ??? og á hvørjum skúlastigi.
Málnevndin, Nám, forløg og ikki minst høvundar og onnur, sum arbeiða við føroyska málinum innan málfrøðina, orðabókagerð og ???røkt, gransking, undirvísing, útgávu, við filmi og miðlatilfari, KT amboðum, bókmentum og skaldskapi í víðastu merking ??? hesi og fleiri við gera eitt arbeiði, sum tað er ómøguligt at seta VIRÐI á. Tí skulu vit SETA virði á arbeiðið og proaktivt stimbra, eggja og geva frælsi ??? eisini fíggjarligt ??? at virka.
Vel ein virknan málpolitikk
Hanna Jensen
Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald