Politikkur

Makrelurin savnaði tjóðina ??? nú spjaðir hann fólkið

...

2015-02-04 03:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Makrelurin var av fyrstantíð ein sonn sólskinssøga, har vit stóðu saman (ikki øll), men nú er nógv, ið bendir á, at stríðið, sum savnaði tjóðina, verður eitt innanhýsis stríð, ið setur kílar í fólkið. Hvat er tá vunnið?


Støðan í 2009

Tað vóru langt frá øll, ið tóku undir við Jacobi Vestergaard, tá hann í oktober 2009 spurdi landsstýrið um heimild at áseta Føroyum hægri makrelkvotu. Orsøkin var ikki bara, at størri nøgdir av makreli vóru í føroyskum sjógvi, men at Ísland, sum ikki var strandaland, ásetti stórar makrelkvotur í 2007 og 2008. Tað kundu Føroyar ikki ganga við til. Sostatt ??? og við góðari ráðgeving frá Árna Dam, ið kannaði ferðingarmynstrið hjá makrelinum - spurdi Jacob Vestergaard landsstýrið um heimild at áseta størri makrelkvotu.




Mótstøða

Ynskið hjá Jacobi Vestergaard elvdi til stórt móttrýst. Sum sendingin ???Landsstýrissins útnevndu milliardingar??? eisini vísti, vóru tað serliga umboðini fyri Felagið Nótaskip, ið settu seg í móti, tí teir vildu ikki missa sínar kvotur í Norra. Tað er kanska skilligt, tí tað kundi koma at kosta teimum hundraðtals milliónir kr., tí makrelur varð ikki fiskaður í føroyskum sjógvi ??? ella ikki av føroyingum. Føroysku hagtølini, ið liggja til grund fyri føroyska kravinum, byggja á russisk hagtøl. Føroyska kravið elvdi ikki bert til stríð frá vinnulívinum, men vóru tað ikki allir politikarar, ið vóru samdir við Jacobi Vestergaard. Formaðurin í tjóðveldi, Høgni Hoydal, skrivaði í lesarabrævi ???Makrelur í landsstýrismannasós??? dagf. 24.08.2010, at ??? Í strandalandasamráðingum skulu føroyingar krevja munandi størri part av makrelkvotuni grundað á tilmæli frá okkara egnu Havstovu.???

Trupulleikin við tilmælinum frá Havstovuni var, at Føroyar høvdu ikki neyðugu vísindaligu hagtølini, tí makrelur var ikki fiskaður í Føroyum, men Havstovan hevði tó gjørt greitt, at tølini frá Árna Dam kundu ikki brúkast, tí tey vóru ikki vísindaliga prógvað. Tískil mátti Havstovan brúka nøkur ár til at gera neyðugu vísindaligu kanningarnar ??? tað kundi hvørki Jacob Vestergaard ella landsstýrið bíða eftir, tí so høvdu vit staðið serstakliga veik mótvegis íslendsku krøvunum.


Tjóðveldi kærdi Jacob til landsstýrismálanevndina

Sjálvt um tað vóru fleiri, ið funnust at ætlanini hjá Jacobi Vestergaard, har hann m.a. varð kærdur í landsstýrismálanevndina av Torbirni Jacobsen, tí hann ikki hevði umsiti §9 í lógini um vinnuligan fiskiskaprætt, finnur tú ongan føroying í dag, sum metir avgerðina hjá Jacobi Vestergaard at vera skeiva. ??ll eru samd um, at Jacob Vestergaard gjørdi eitt fantastiskt arbeiði. Serliga, tá ES fyrst hótti og síðan setti handilsbann fyri føroyskum útflutningi (tað var orsakað av sildini, men eisini makrelinum), men sheriffurin stóð sum drangur í brimi. Hann veik ikki ein tumma.




Nógv arbeiðspláss

Tað er eingin ivi, at avgerðin hjá Jacobi Vestergaard hevur havt stóran samfelagsligan týdning fyri Føroyar. Ja, eg vil enntá fara so langt at siga, at hetta er eins stórt, og tá Føroyar fluttu fiskimarkið út á 12 fjórðingar í 1964 og 200 fjórðingar í 1977. Áðrenn avgerðina í 2010 var næstan ikki ein makrelur landaður í Føroyum. Meginparturin fór til Norra, tí tað var styttri at sigla (fiskaðu hann í norskum sjógvi). Um hann varð landaður, endaði hann hjá Havsbrún sum laksafóður. Nú verður allur makrelurin landaður í Føroyum ??? tað samtykti samgongan í 2012 -, har størsti parturin verður nýttur sum mannaføði. Tað hevur millum annað havt við sær, at tvey uppisjóvarvirkir eru komin afturat: eitt á Tvøroyri í 2012 og eitt í Fulgfirði í 2014. Hesi teljast millum størstu arbeiðsplássini í dag! Og tá verður atlit ikki tikið til ymisku ringvirkningarnar, sum makrelurin hevur havt á ymisku feløgini, ið veita trol, tøkni og tænastur, v.m. til pelagisku vinnuna. Men einki uppisjóvarvirki hevði verið, um so var, at uppboðssølan hjá makrelsamgonguni (framsókn, tjóðveldi, sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum) hevði hildið fram, tí allur makrelurin hevði verið landaður til teir hundraðtals kinverjarnar umborð á Layfayette. Tað vísti uppboðssølan í 2011.


500-600 mió. kr. til almennan rakstur

Tað, sum skuldi savna tjóðina, setur í hesum døgum kílar í fólkið. Jacob Vestergaad verður sæddur sum ein stórur bandittur, tí hann sambært búskaparfrøðingunum Kára Petersen, Jóannesi Jacobsen og Hermanni Oskarssyni lutar milliarda virðir til ávísar familjur, men hendan sama heimildina, sum landsstýrismaðurin hevur, var orsøkin til, at Føroyar yvirhøvur fingu so nógvan makrel. Um vit gjørdu, sum Høgni Hoydal og tjóðveldi mæltu til, hevði Havstovan framvegis arbeitt við at fingið til vega neyðugu vísindaligu hagtølini, og tað hevði sett Føroyar í eina veika støðu. Hesin sami landsstýrismaðurin, sum nú verður lagdur undir líkt og ólíkt, hevur gingið á odda við at fáa allan fiskin til lands, sum hevur skapt eina rúgvu av arbeiðsplássum. Nú verður næstan ikki ein makrelur seldur til norsk virkir. Men tað er nógv, ið bendir á, at um so er, at tjóðveldi og javnaðarflokkurin við vælsignilsi frá búskaparfrøðingunum fáa sína uppboðssølu, endar allur makrelurin í útlendskum hondum. Tað verða gamlar dangur, sum eru illa rustaðar og dálka illa, sum koma at fiska stóru makrelkvotuna. Stóru framstigini, sum eru gjørd seinastu árini í uppisjóvarvinnuni, verða til fánýtis, tí nógvu milliónirnar, sum verða nýttar til innovatión og nýskapan innan fiskivinnuni, enda í landskassanum. Tað veri seg trol, pumpuskipanir, kamera í trolinum, know-how, v.m. Ja, sambært Kára Petersen, búskaparfrøðingi, skulu millum 500 og 600 mió. kr. í landskassan. Tá verður tað stuttligt at vera politikari, men minni stuttligt at arbeiða í fiskivinnuni. Eri stórliga bangin fyri, at um so er, at vit fáa uppboðssølu, verður tað dagurin, tá vit med alla veittra føroysku fiskivinnuni og teirra framfýsni farvæl, men verður tað byrjanin uppá eitt samfelag, ið økir almenna raksturin við 500 til 600 mió. kr.


Fiskivinnunýskipan

Tá tað er sagt, er tíðin komin til eina nýggja fiskivinnuskipan. Tað, sum vit uppliva í dag, er alt annað enn nøktandi. Serliga er tað avbjóðingin við útlendskum eigarum, ið setur órímiligt trýst á føroysku fiskivinnuna. Teir seta seg alsamt á størri virðir og virkir, og tað er næstan ómøguligt hjá nøkrum at fyglja við í tí, sum teir gera. Men tað gongur yvir meiniga føroyingin, ið ætlar sær í vinnuna, tí hann skal kappast við útlendsku íleggjarnar. Tað er munur á at fara oman í Eik ella Banknordik at spyrja um lán til skip, enn tað er hjá pengasterkum útlendingi at spyrja Rabobank ella ABN Ambro. Tað eru heilt aðrar treytir við heilt øðrum business konseptum. Tískil mugu vit gera okkurt við útlendskan eigaraskap, tí vit kunnu kanska síggja á roknskapinum, hvussu stórur vinningurin er. Men hvussu stórur er vinningurin reelt? Kann tað hugsast, at feløg við útlendskum eigarum hava størri vinning, men tey við ymiskum triksum senda pengarnar av landinum?

Uppboðssølan loysir tíverri heldur ikki trupulleikan, tí hvussu skulu reiðaríi fáa fígging til skip, tá óvissan er so stór? Skulu tey fara oman í bankan og spyrja, um tey kunnu fáa 350 mió. kr. til eitt spildurnýtt uppisjóvarskip, men tað er óvist, um tey kunnu gjalda lánið aftur, tí tað kemur ann uppá, um teir kunnu keypa fiskin á uppboðssølu? Og um so er, at teir fáa lán upp 350 mió. kr., mugu teir í minsta lagi brúka tíggjutals milliónir av krónum afturat um árið fyri at sleppa at fiska. Sama verður galdandi á hvørjum ári.


Tað, sum skuldi verða gott, endaði keðiligt

Og nú standa vit í einari óunniligari støðu, har fólkið er sett upp í móti hvørjum øðrum. Grannin, ið siglir við nótaskipi, sum annars altíð er fittur og fryntligur, er brádliga partur av makrelmafiuni. Konan hinumegin vegin, ið starvast sum lærari, hon verður snýtt, tí hennara partur av makrelinum, av fólksins ogn endar í lummanum hjá grannanum - hatta bartrogið. Landsstýrismaðurin, ið umsitur føroysku fiskivinnuna, er føroyska svarið uppá Don Corleone, ið býtir makrelloyvini út til vinir og kenningar - figlio di puttana. Tíbetur fyri lærarinnuna kann hon seta sítt álit á journalistarnar og búskaparfrøðingarnar, tí teir hava avdúkað rotinskapin hjá fiskimálaráðharranum og eru komnir fram til æviga sannleikan. Soleiðis verða Føroyar settar móti hvørjum øðrum: tey góðu móti teim óndu. Vit móti tykkum. Gjøgnumskygni móti korrputión. Tað er út frá hesum kjakinum, at vit skulu finna konsensus og langtíðar semjur. Tað ber sjálvandi til, men vónandi kunnu vit loysa fløkjuna við at lata vera við at seta fólk móti hvørjum øðrum, vit móti tykkum, og ístaðin gera tað, sum er best fyri føroyska samfelagið.


Og tað gera vit við at avmarka útlendskan eigaraskap og sleppa undan uppboðssøluni.


Hanus Samró

Løgtingmaður fyri fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder