Vinna

Makrelur og sild fóru fyri yvir 20 mió

....

2016-07-21 21:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fiskamarknaðurin seldi í dag 3.500 tons av makrelkvotu fyri ein miðalprís á 3,82 kr/kg og 2.000 tons av sildakvotu fyri ein miðalprís á 3,58 kr/kg.

Fyri makrelin vóru tað fimm skrásettir boðsgevarir, ið luttøku á uppboðssøluni og tríggir av hesum vunnu boð. Fyri norðhavssild vóru tað fýra skrásettir boðsgevarir, ið luttóku á uppboðssøluni og tveir av hesum vunnu boð.

Samlaða keypsupphæddin var 20.554.350 kr.

Keyparar vóru hesir:

Makrelur:

Keypari Nøgd Upphædd Miðalprísur
Christian í Grótinum 775
Fram 1325
Norðingur 1400
Tilsamans 3.500 13.386.750 3,82

Norðhavssild:

Keypari Nøgd Upphædd Miðalprísur
Norðingur 1.680
Tummas T 320
Tilsamans 2.000 7.167.600 3,58
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder