Vinna

Makrelur hevur nógv betri prís í Norra enn í Føroyum

...

2015-09-09 13:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Makrelur hevur nógv betri prís í Norra enn í Føroyum.

Í gjár stóð at lesa á heimasíðuni hjá Sildelaget í Norra, at makrelur sum vigaði 365 gramm fór fyri NOK. 9,52, sum svarar til FKR. 7,70. Prísurin í Føroyum fyri makrel var í gjár kr. 5,20, tá makrelurin fór beint uppum 400 gramm t.v.s. at prísurin í Føroyum var kr. 2,50 minni enn í Norra, í % er prísmunurin 48,08%.

Fiskimenn, sum vit tosaðu við í gjár, eru sera harmir um, at makrelurin sum teir koma við, verður seldur fyri nógv minni, enn tað sum norkir fiskimenn avreiða, tí makrelurin í føroyskum sjógvi er munandi størri enn norki makrelurin, og skuldi tí havt betri prís.

Les eisini grein í norska blaðnum Fiskaren HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder