Vinna

Makrelskipini hava leitað víða um norðanfyri

...

2015-07-27 16:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Skipini Norðborg, Christian í Grótinum hava leitað eftir makreli norðanfyri - øll leitaðu tey norður ímóti altjóða markinum, so fóru Norðborg og Christian í Grótinum suður við markinum vestanfyri, ímeðan Finnur Fríði fór í altjóða sjógv, tað var ikki nógv at síggja.

Í morgun liggja Norðborg og Christian í Grótinum vestanfyri á Rygginum, ímeðan Finnur Fríði er inni í Norra.

Tróndur í Gøtu og Jupiter rigga til í Fuglafirði, Fagraberg liggur enn á Skála, men nú verður hann skjótt klárur at fara aftur til fiskiskap. Atlantsfarið er hjá MEST í Havn, har er Slættaberg eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder