Politikkur

Makrelsamráðingarnar verða í dag

...

2014-10-21 12:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag fara strandalondini at samráðast um makrelkvotuna fyri komandi ár. 

ICES hevur nú latið strandalondunum sítt tilmæli um kvotuásetingina fyri uppisjóvarstovnarnar í 2015.

Mælt verður til, at kvoturnar bæði fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft lækka næsta ár, sammett við ásettu kvoturnar í ár. 

Greitt er, at føroyska makrelkvotan fer at lækka 27% í 2015. Í ár er kvotan 156.000 tons, og næsta ár verður hon 114.000 tons.


Hetta hava ES, Noreg og Føroyar bundið seg til. ICES mælti til, at makrelkvotan í 2014 skuldi verða 1.011.000 tons, men í 5-ára semjuni, sum ES, Noreg og Føroyar undirskrivaðu grækarismessudag í ár, varð kvotan fyri 2014 sett 230.000 tons hægri, enn ICES mælti til. Hetta skal bert verða galdandi fyri 2014, og londini hava í avtaluni bundið seg til, at kvotan árini frá 2015-2018 skal fylgja umsitingarætlanini og tilmælunum frá ICES. Hetta merkir, at tað liggur fast, at makrelkvoturnar hjá ES, Noreg og Føroyum minka 27% í 2015, tað skrivar www.uppisjóðarskip.fo.


Væntandi verða samráðingarnar liðnar hesa vikuna.


Sí eisini:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder