2016-08-25 13:32
Makrelfiskiskapurin, sum plagar at taka seg upp um 20 august, er ikki orduliga byrjaður enn. Skipini hava leitað víða um, bæði í føroyskum sjógvi og eisini í altjóða sjógvi norðanfyri, men tað hevur verið smáligt higartil.
Vit hava frætt frá Næraberg, teir hava verið úti í nakrar dagar, teir hava 600 tons av frystum í lastini. Næraberg partrolar við Kappan, í dag eru teir staddir á uml. 64,3N og 2,4V - har teir leita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald