Mentan

Maise Njor signerar bøkur í Gamla Bókahandli fríggjadagin 3. oktober

...

2014-10-03 03:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin, fríggjadagin 3. oktober kl. 16, verður gjørligt at heilsa uppá Maise Njor, sum fer at signera bøkur í Gamla Bókahandli. Gamli Bókahandil bjóðar samstundis okkurt leskandi at drekka og smáar brellbitar.

Maise Njor undirheldur til stóra føðingardagsshowið hjá Kvinnu leygardagin 4. Oktober.

Tað er í sambandi við føðingardagin hjá Kvinnu, at Maise Njor nú er í Føroyum. Hon skal nevnliga undirhalda til føðingardagsshowið hjá Kvinnu leygardagin 4, oktober við m.a. at lesa pínligar søgur sum føroyskar kvinnur hava sent inn til Kvinnu og at tosa um kvinnuna anno 2014.


Blá bók:
Maise Njor er 46 ár og útbúgvin journalistur. Seinasta bókin, hon hevur útgivið, eitur ???Den forkerte giraf ??? om indisk togdrift og kærlighed???, sum er um at finna kærleikan aftur. Aðrar bøkur, sum hon hevur skrivað, eru t.d.: ???Michael Laudrups tænder???, ???C.H.O.K??? (báar saman vi Camilla Stockmann), ???Sit???, ???På rejse med Tine og Maise??? (báar vi fotografinum Tine Harden), ???Livet for let øvede??? (teldupost-samskifti vi Fay Weldon), og skaldsøgan ???Der var engang en mand???. Hon er eisini kendur klummuskrivari, og hevur skrivað klummur fyri Femina, Alt for damerne, Politiken, Berlingske Tidende v.m.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder