
Kyndil.fo: Kyndil hevði týskvøldið aðalfund, har nýggj nevnd varð vald. Nýggj forkvinna í felagnum er Maibritt Johannesen, og næstforkvinna er Ussa K. Hansen. Uni Arge, fráfarandi formaður, og Tórður Patursson, fráfarandi næstformaður, tóku ikki við afturvali. Teir hava sitið í nevndini síðan februar 2010
Áðrenn aðalfundin var greitt, at í minsta lagi tríggir nýggir nevndarlimir skuldu veljast, tí bara Ussa K. Hansen og Christoffur Gert Nielsen tóku við afturvali, meðan Uni Arge, Tórður Patursson og Poula M. Petersen høvdu boðað frá, at tey hildu ikki fram í nevndini.
Í nýggju nevndina, sum skipaði seg eftir aðalfundin, vórðu vald Maibritt Johannesen, forkvinna, Ussa K. Hansen, næstforkvinna, Dánial Jakobsen, kassameistari, Eyðfinn Guttesen, skrivari, Salua Manai, nevndarlimur, Christoffur Gert Nielsen, nevndarlimur, og Ásbjørn Nattestad, tiltakslimur.
Nýggir undirbólkar
Í sponsorbólkinum verða fleiri góðar kreftir kring felagið. Hann skal fyrst og fremst standa fyri at útvega felagnum sponsorar, sum eru ein týðandi táttur í fíggjarliga grundarlagnum undir øllum feløgum.
Trivnaðarbólkurin fer at skipa fyri tiltøkum og átøkum av ymsum slag, ið økja um trivnaðin í øllum deildum, og hallarbólkurin skal hava umsjón við ognarskapinum í Gundadalshøllini og útbyggingini til dupulthøll á Hálsi, sum Kyndil eigur sín stóra lut í verður framd nú.
Styrktur felagsskapur
Aðalfundurin vísti, at felagsandin í Kyndli er miðvísur og sterkur. Við størri nevnd og fleiri ídnum undirbólkum hevur felagið, sum fylti 60 ár 10. mars í ár, styrkt seg manningarliga og verður tí uppaftur betur ført fyri at taka við komandi avbjóðingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald