Magni Arge skrivar á Facebook:
TAKK FYRI ÁLITIÐ
Tók í dag við sum fólkavaldur løgtingsmaður. Hóast eg havi nógvar ymiskar royndir, var hetta ein heilt serlig løta, sum festir seg í sál og sinn, tí hetta starv snýr seg um at taka við ábyrgd fyri alt samfelagið og okkara fólkaræði. Tað krevur bæði umhugsni og virðing fyri øllum fólkinum.
Samgonguskjalið er millum tey fagrastu, sum nakrantíð er skrivað, og ber boð um eina samgongu, sum hevur virðing fyri fólkinum og ræðinum. Í skjalinum er eisini vilji til at fremja nýskipanir, sum skulu til fyri at fáa ein haldføran og sjálvbjargnan búskap, samstundis sum vit menna okkum sum tjóð.
Tað ber mær ikki til at vera fólkatingsmaður og løgtingsmaður í senn, tí tað hevur flokkurin samtykt. Men tað er heldur ikki lætt at velja annað starvið frá, tí veljarar hava valt meg beinleiðis inn á løgting og sum varamann a fólkating.
Tí fari eg at fylgja tí leisti, sum varð avtalaður til fólkatingsvalið og skifta ímillum fólkating og løgting. Hóast hetta ikki er roynt fyrr, fari eg í holt við hetta við tí treysti, at tað fer at gagna flokki og landi væl, at gott samband verður millum politiska arbeiðið á løgtingi og fólkatingi.
Í fyrsta umfari fari eg niður á fólkating og fari tí at biðja um farloyvi úr løgtinginum, so næsti maður, Ingolf S. Olsen, kann taka við løgtingsessinum mánadagin 21. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald