Politikkur

Magni sigur ikki frá finaluni um løgmanssteypið

...

2015-08-05 03:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

So hevur Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag gjørt av at stilla meg upp til løgtingsvalið 1. september saman við øðrum góðum kvinnum og monnum. Í tí sambandinum skal eg eisini boða frá, at eg sjálvboðin gangi undir somu siðvenju fyri karantenu, sum Kringvarpið praktiserar fyri luttøku í útvarps- og sjónvarpssendingum. Tí fari eg ikki at siga frá finaluni um løgmanssteypið á Rás 1 seinni í mánaðinum. Hevði annars glett meg til eina løtu at leita aftur á gamlar slóðir við beinleiðis frásøgn frá ítrótti. Men tað verður ikki hesaferð, tí nú skulu vit savna tjóðina um eina felags kós, har vit taka við fullari ábyrgd og byggja land fyri øll í Føroyum, skrivar Magni Arge á Facebook í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder