Magni er føddur og uppvaksin í Sandavági og hevur búð har stórt sæð øll 85 árini.
Foreldrini eru Albert Thomassen úr Sandavági og Martina Johansen úr Sørvági.
Magni er yngstur av 6 systkjum. Teir 4 beiggjarnir vóru allir sjómenn. Systirin var mestu tíðina í fiskaarbeiði.
Magni gekk 7 ár í barnaskúla í Sandavági. Hann spældi saman við hinum í bygdini niðri á Sandi, í ánni og á Valloyruni. Hann smíðaði sær kassabil og hjálpti hinum dreingjunum við teirra. Longu tá var hann fittur í hondunum. Tískil gjørdi hann tíðliga av at takað eina yrkisútbúgvin innan handverk. Av tí at einki lærupláss var í Vágum, byrjaði Magni í læru í 1951 sum snikkari hjá Hans Josephsen í Klaksvík. Abbasynir Hans eru enn tann dag í dag virknir í timbur og byggivinnuni.
Longu nakrar mánaðir seinri byrjaði Carl Simonsen sítt virki í Sandavági so til bar at flyta vestur aftur og gera útbúgvingina lidna har. Magni varð útlærdur í 1953???19 ára gamal.
Tvey ár seinri í 1955 fór Magni til Danmarkar at taka víðkað prógv innan snikkarayrkið, og í 1956 tók hann sveinaroynd á hondverkaraskúlanum í Hillerrød og gjørdist triðbestur og kundi fara heim við bronsumedalju.
Virksemi víðkaðist til umframt snikkara arbeiði eisini at byggja sethús og stórri vinnubygningar. Av størru arbeiðunum, sum Magni hevði kunnu t.d. nevnast: Føroya Banki í Miðvági, Snarfrost, Ellisheimið, Ítróttarhøllin, Kovin, Keypssamtøkan í Miðvági og Kommunuskrivstovuna í Sandavági. Uttan fyri Vágar fekk hann arbeiðið at tekna og smíða benkurnar í Vesturkirkjuni. Húsini á Tórsbyrgi vórðu bygd saman við Guttesen og Staksberg.
Á verkstaðnum blivu fyrstu árini møblar, borð, køkar o.a. snikkað til, og fyrst í 80unum blivu eisini nakrir vindmylluveingir snikkaðir til har. Fólk komu langvegis frá fyri at síggja hetta arbeiðið.
Í 1973 stovnaði Magni saman við Sverra og Jens Erik Nielsen, P/F Sandavágs
Timburhandil. Nøkur ár seinni keypti Magni saman við konuni hinar partaeigararnar út, og komu tey soleiðis í 1983 at eiga timburhandilin. Orsøkinar vóru fleiri til at Magni byrjaði at selja byggitilfar; men eina mest bilaði ryggurin, og mátti Magni skurðviðgerast í 1975. Eftir hetta bar illa til at arbeiða sum snikkari og timburmaður.
Timburhandilin byrjaði úti á Bakka í Sandavági, men flutti í 1983 inn í nýggjan bygning á Giljanesi, har virksemið er enn ídag. Í 1985 var bygdur ein goymslubygningur á kajini í Miðvági.
Síðan Timburhandilin byrjaði í 1973, til hann bleiv seldur í 2005, hevði hann ongantíð havt undirskot. Her er eisini vert at nevna, at Magni hevði eina sera modernaða leiðslu, eina hugsan, sum ikki var kend í
1960́unum. Hann hevði ein erligan og opnan leiðslustruktur.
Í 1993 valdi Magni at keypa Kovan fra bankanum eftir at hava leigað hann í eitt ár.
Hetta var í svárastu tíðum, og hóast málsligu kunnleikarnir ikki vóru á hástigi, har samskift bleiv við faxi, brøvum og telefon til marknaðin í Týsklandi, Englandi og Spanien, eyðnasti kortini at fá raksturin at geva avkast.
Eins og flestir unglingar í Sandavági var Magni íðin ítróttrarmaður. Bæði í fótbólti, rógving og hondbólti. Serliga gjørdi hann seg galdandi í hondbólti, har tað fyrr varð spælt á grúsvøllum runt um í landinum.Havandi tað í huga, var ikki tespiligt at ???hoppa inn??? og skjóta mál, sumvar heilt nýtt í Føroyum tá. Magni sigst at verða ein tann fyrsti, íð byrjaði at hoppa inn, men bleiv ferð eftir ferð dømdur fyri yvirtrakk, hóast hann hevði slept bóltinum í luftini. Í bløðunum stóð soleiðis skrivað:
"Tvinni føroyameistaralið 1955 úr Sandavági. Thor Jacobsen er ikki á myndini. Magne Thomassen, ið stendir á aftasta rað til vinstru er helst besti hondbóltsleikari í landinum, hóast hann bert hevur leikað í 3 ár." "Sandavág vann 9 steyp í 1955. - Hvør ger teimum tað eftir?"
Tá hansara ítróttartíð var farin, kom áhugin fyri telving, og skjótt funnu sandavágsmenn saman at telva og stovnaðu Sandavágs Talvfelag í 1968.
Har dámdi Magna stak væl at vera við, og teir hava øll árini klára seg væl.
Sum telvari kom Magni at verða ferðaleiðari hjá føroyska landsliðinum á talvolympiadu í Ísrael og á Malta.
Sum ungur spældi hann á harmoniku og guitar til dans saman við vinmanninum Jens Erik Nielsen, og vóru teir eisini í kirkjukórinum. Magni var við í flest øllum sjónleikunum í bygdini frá 1950unum til mitt í 1980unum.
Magni er nú 85 ára gamal; men enn er alskurin fyri ítrótti ikki minkaður. Hann fer til allar fótbóltsdystir hjá 07 Vestur í oynni og fleiri av oynni eisini. Við hús hevði hann helst vilja havt fleiri skermar fyri at kunna síggja allar fótbóltsdystir og ikki bara teir hjá Liverpool. Tenniskappingar sleppa ikki undan honum heldur, um tað so er á náttartíð. Og so er hann eisini fjeppari í snooker.
Annars telvar hann mong talv í telduni, meðan hann lurtar eftir country- og western.
Hóast høgan aldur hevur Magni ikki gloymt sítt handverk og tekur enn mangt takið bæði við at smíða, skrúva ella snøgga okkurt.
Fyri eini 10 árum síðani fekk hann sær ein dreyibonk, so seinni árini eru mangir vakrir lutir úr ymsum viðarsløgum komnir úr hansara hondum.
Í 1968 giftist Magni Thomassen við Magnu Reid Joensen úr Klaksvík. Tey kendust nakað frá ítróttarkappingum og enn betur, tá Magna flutti vestur at verða lærari í 1967. Hon var honum eisini ein góð hjálp í øllum virkseminum, tí hon dugir fremmand mál og hevður eisini gingið á handilsskúla.
Fyrstu tíðina búðu tey í húsunum hjá Frants her bleiv Robert føddur í 1969 og uppkallaður eftir abbanum í Klaksvík. Tá sethúsini yvir verkstaðnum á Giljavegi stóðu liðug í 1970 fluttu tey hagar og búgva har enn. Seinri komu Albert Ari (1971) uppkallaður eftir abbanum í Sandavági. Miriam (1973) uppkallað eftir Martin ommuni í Sandavági og Petra (1983) uppkallað eftir Petrinu ommuni í Klaksvík.
Vit takka foreldrum okkara fyri hjálpsemi og fyri alt, tey hava verið fyri okkum og børn okkara.
Vit ynskja pápa hjartaliga tillukku við 85ára degnum Robert, Albert Ari, Miriam og Petra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald