Politikkur

Magni og Sjúrður vitja føroyingafeløg í Danmark

...

2016-05-10 07:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin og fram til fríggjakvøldið eru fólkatingslimirnir Magni Arge og Sjúrður Skaale á vitjan hjá føroyingafeløgunum í Aalborg, Aarhus og Odense. Framløgur frá fólkatingslimunum verða á skránni og møguleiki verður eisini at seta spurningar. 


Magni og Sjúrður fara at greiða frá arbeiðnum á fólkatingi og taka upp spurningar um føroyska grundlóg, loysing ella sjálvræði og uttanríkispolitisku viðurskiftini hjá Føroyum. Fólkatingslimirnir siga, at teir vóna at síggja nógvar føroyingar til nøkur hugnalig kvøld og leggja dent á, at tiltøkini eru fyrst og fremst fyri at hitta og tosa við føroyingar í Danmark.     

Byrjað verður í Aalborg mikukvøldið, síðani verður farið til Aarhus hóskvøldið og síðsta tiltakið verður í Odense fríggjakvøldið. ??ll tiltøkini byrja kl. 20:00. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder