2015-05-08 19:46
Magni Christiansen verður við á Sørvágs Country- & Blues festivali, sum verður áDungasandi tann 5. & 6. juni.
Áhugiðhjá Magna fyri tónleiki byrjaði av álvara, tá hann í 1980 byrjaði at lurtaeftir m.a. Shakin Stevens. Heima hjá teimum var nógv lurta eftir tónleiki, távóru tað Cliff Richard, Buck Owens og onnur, ið vóru frammi. Seinni byrjaðihann so at spæla í orkestri.
Í1997 kom hansara fyrsta andaliga fløga út.
Íalt hevur Magni givið seks fløgur út sjálvur. Mest spælda lagið hann syngur,man vera "Við vegin", sum Martin Joensen skrivaði og sum Magni syngursaman við Sigrið Rasmussen.
Magnihevur spælt nógv kring landið til møtir, konsertir, sølustevnir, vígslur,føðingardagar o.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald