Politikkur

Magni Arge hittir fremsta arktiska ráðgevan hjá USA

...

2016-04-07 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í dag skal Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, hitta Robert J. Papp, admiral, sum er fremsti ráðgevi hjá John Kerry, uttanríkisráðharra, í arktiskum viðurskiftum.

??? Eg fari at greiða honum frá, hvussu vit føroyingar síggja okkara leiklut sum arktisk tjóð, sigur Magni Arge.

Hetta verður annar dagurin í Washington, har Magni Arge í gjár á ráðstevnu greiddi senatorum og øðrum frá, hvørjar møguleikar hann sær fyri Føroyar í Arktis. Millum annað greiddi fólkatingsmaðurin frá leiklutinum hjá Føroyum í fiskiskapi í arktiska økinum, hvussu Føroyar í framtíðini kunnu brúkast sum maritimur tænastudepil, og hvussu vit í 1000 ár hava lívbjargað okkum her á leiðini.

Eisini legði fólkatingsmaðurin upp til, at øll londini her á leiðini skulu staðfesta sína fatan av burðardyggari veiðu og seta krøv um at lond, sum vilja vera eygleiðarar í Arktis, skulu virða okkara rætt til at gagnnýta alt okkara tilfeingi burðardygt - ikki minst havsins súgdjór.

- Tað er avgerandi, at vit alla tíðina verja okkara rætt til okkara tilfeingi. Ongin tekur stríðið fyri okkum, sigur Magni Arge.

Báðir føroysku fólkatingslimirnir eru í hesum døgum í Washington sum limir í arktiska arbeiðsbólkinum hjá fólkatinginum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder