Mentan

Magna Thomassen setti Vestanstevnuna 2015

...

2015-07-11 05:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestanstevna 2015.

Góðu vágafólk og vinafólk okkara úr Neskaupstaði, góðu stevnugestir allir.

Tað er mær ein gleði og stórur heiður at fáa høvi at bjóða tykkum vælkomnum á vestanstevnu í Sandavági

Tað var ikki gamalt, at fólk fóru í aðrar bygdir at hugna og at stuttleika sær í bestu summartíð, tí tá var almikið av arbeiði, sum skuldi gerast á gørðunum, og dagsarbeiðið byrjaði tíðliga á morgni.

Gildi og veitslur byrjaðu um heystið. Tey hildu hoyberagldi, tá hoyggið var komið inn og neytakonugildi, tá neytini vóru rikin heim úr haganum og komin inn á básin.

Tað var um veturin, tá lítið og onki útiarbeiði var, at fólk fóru av húsum í ávísar bygdir at dansa og hugna sær saman við øðrum.

Fyrr høvdu tey messur og vøkur til minnis um ymisk heilgimenni; men hesir merkisdagar eru við tíðini og trúbótini burturgloymdir. Bara jóansøka og ólavsøka eru eftir og nakrar fáar messur, sum enn savna fólk.

Einasta vanliga stevna á sumri var varmakelda, har fólk savnaðust til fólkafund og hugna og tóku nøkur kvæði. Varmakelda verður hildin fyrsta vikuskiftið í juli, tí keldan sigist at vera heitast 4.og 5. juli, um 19-20 stig.

Har komu fyrr altíð nógv ungfólk saman úr Eysturoy og Norðoyggjum, tí um ein genta og ein drongur drukku úr kelduni samstundis, skuldu tey bæði finna saman. ??? Tað er helst nakað um tað, tí soleiðis funnu abbi úr Klaksvík og omma mín úr Lorvík hvønn annan.

At royna sína styrki, sítt treysti, sín fimleika og dugnaskap hevur allar tíðir verið ein partur av gerðandislívinum.

Har fleiri vóru saman í arbeiði ella spæli, kom aloftast hugurin til at kappast fram:

Hvør orkaði at lyfta eitt hav, hvør kundi fleyga flest fuglar ella draga flest torskar. Hvør dugdi best at spinna Ella hvør bant eina hosu ella ein bul skjótast, og tá bátar komu heim av útróðri góðveðursdagar, var ikki óvanligt, at menninir løgdu til at rógva kapp innaftur, tá teir nærkaðust bygdini.

Tær stóru broytingar í bygdasamfeløgunum komu í seinnu helvt av 1800 talinum, tá fyrst einahandilin var avtikin, og tá fiskivinnan fór at taka seg fram við betri og størri útróðrarbátum. Fleiri føroyingar komu nú út í onnur lond og sóu har, hvussu tey kappaðust í ymiskum ítrótti.

Teir aldargomlu leikirnir í Grikkalandi komu fram aftur, tá fyrsta Olympiadan varð hildin í Athen í 1896. Alt hetta frættist eisini heim til okkara, og um ár 1900 og frameftir vórðu ítróttarfeløg sett á stovn við fótbólti, tennis, fimleiki o.ø.

Nú byrja eisini summarstevnurnar at daga undan, sum vit kenna tær í dag.

Jóansøka, varmakelda og ólavsøku vóru sjálvandi tær fyrstu at hava stevnu við kappingum. Í 1936 er fyrsta norðoyastevna.

Í1945 er fyrsta vágastevna, sum varð hildin í bæði Miðvági og Sandavági. Tá Vestmanna kom við í 1959, varð navnið broytt til vestanstevnu. Síðani tá eru komnar fleiri stevnur av alkyns slagi.

Vestanstevnan er 70 ár í ár.

Summarið 1945 var nakað heilt serligt, og nú 70 ár seinni minnist og hugleiðir alt Evropa um summarið 1945, tá annar heimsbardagi var av. Vit kunnu bert royna at ímynda okkum, hvussu góð og gleðisrík fyrsta vestanstevnan var hetta summarið, nú friður aftur valdaði.

Í ár er stevnan í Sandavági, og Sandavágur hevur altíð nógv at bjóða bæði av gomlum og nýggjum. Umframt at løgmansgarðurin var her og einaferð verður reistur aftur her, so stendur í kirkjuni ein rúnarsteinum frá uml ár 1200.

Tit, sum spáka runt í bygdini, kunnu geva gætur og hugsa um, at her hevur mæti málfrøðingurin, presturin og fólkalívsfrøðingurin V.U Hammershaimb búð og spælt í bygdini síni fyrstu barnaár.

Tit koma eisini at ganga eftir somu gøtum, sum okkara stóra skald Hans Andrias Djurhuus gekk í 7 ár, tá hann livdi og arbeiddi her. Tað var í hesum árum hann millum annað skrivaði og gav út savnið ???Barnarímur???.

Hatta er bert eitt lítið brot úr Sandavági og Føroya søgu, sum vit øll kenna; men onkur er her í bygdini, sum ikki bara er kendur her heima. Nei, hann er og gjørdist kendur langt út um landoddarnar, ja nærum allan heimin eftir nøkrum fáum sekundum. Hann leggur ikki í at verða nevndur, og tað er heldur ikki neyðugt. Men tað bragdið og onnur brøgd, sum føroyingar gera bæði úti og heima, siga okkum, hvønn tídning ítróttur hevur millum fólk í dag.

Sandavágs Ítróttarfelag hevur, síðani tað var stovnað, havt mong góð avrik, og hóast bygdin ikki er stór, so hevur SÍF fleiri ferðir verið ímillum tey frægastu í bæði hond- og fórbólti og rógving. Harumframt hevur Sandavágs Talvfelag gjørt rættiliga vart við seg í mong ár.

Eisini hesar dagar, nú stevna er, verða fleiri kappingar, har einamest tey ungu vilja vísa, hvat tey duga. Tey flestu ynskja sjálvandi at vinna; men bara tað at kunna vera við í kappingum á landi og sjógvi og at vera saman við øðrum ungum gevur gleði og góða samveru.

Skráin á vestanstevnu er góð og fjølbroytt, her er mangt bæði til gaman og álvara, til stór og smá.

Her eru áhugaverdar framsýningar, aftankvirra og sangur, her vera kappingar og spøl, røður, tónleikur og dansur.

At enda vil eg bera tykkum, sum hava lagt stevnuna til rættis og øllum tykkum, sum sjálvboðin hava hjálpt til, og sum koma at arbeiða stevnudagarnar, eina hjartans tøkk.

Tann besta tøkkin er til teirra, sum tit ikki hoyra um og nóg illa kenna. Tað eru allar mammurnar, konurnar, sum ótroyttiliga gjøgnum árini vaska ítróttarkæðir og fara við børnum á vallir, í hallir og hjálpa til, tá dystir eru.

Á vestanstevnu eru tær eisini har og taka ímóti gestum, hýsa teimum og borðreiða. Takk fyri tykkara stóra arbeiði.

Við vón um at hesir stevnudagar verða merktir av røttum ítróttaranda, av vinsemi og hugna, verður ynskt øllum eina góða vestanstevnu.

Við hesum orðum er vestanstevnan 2015 sett.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder